Eftir at flogfarið í fleiri ár hevur verið í Onglandi til umvælingar, stendur flogfarið nú í einum hangari - ella flogskýli - nærindis Lillestrøm í Noregi.
Í Lillestrøm verða veingirnir settir á flogfarið, sum skal gerast klárt, so tað kann fara á veingirnar aftur. Talan er um eitt flogfar av slagnum, Gloster Gladiator.
Tað var norðmaðurin, Jan Harald Torvund, sum fann lutir av flogfarinum á botni í Vangsmjøsa i Valdres i 1991, tá hann var her ov kavaði.
Hetta var eitt av flogførunum, sum stríddist fyri Noreg hin 9. apríl í 1940. Nú Jan Harald Torvund sær flogfarið aftur, heldur hann fyri, at hetta er eitt flott handverk.
Tað var í 1938 og 1939, at norski herurin fekk 12 jagaraflogfør av slagnum, Gloster Gladiator, sum vóru framleidd í Bretlandi.
Hetta vóru flogfør við einum motori, sum høvdu eina hægstu ferð á 407 kilometrar um tíman, og hvør flogfar hevði fýra maskinbyrsur.
Meira um søguna um flogfarið og tað, sum hendi við flogfarinum, kann lesast um leinkjuna hjá norska kringvarpinum, NRK, her niðanfyri.
##med2##











