Í aðru viku, í døgunum frá 5. 9. juni, verða mentanardagar í Sumba við nógvum ymsum á skrá, bæði til gamans og álvara.
Ein av fyrireikarunum, Georg Eystan Á, sigur, at endamálið er at gera hetta til eina stevnu fyri alt húskið við tiltøkum fyri allar aldursbólkar.
Tað verður Jónfríð Hjelm, sum setir stevnuna mikudagin 5. juni og annars er skráin væl pakkað við bæði gyklarum og ymsum øðrum barna- og familjutiltøkum, kapprenning, gudstænastum, konsertum útferðum, framsýningum, føroyskum dansi, kappróðri, kvøldsetu, midnáttarrøðu, felagssangi og mongum øðrum.
Skulu vit nevna burtur úr rúgvuni, er eitt forvitnisligt tiltak, at tey fara at vísa, hvussu tey skóru torv og kykaðu við torvi fyrr í tíðini, og høvi verður eisini at síggja vælvandar seyðahundar til arbeiðis.
Jógvan Fríðriksson, bispur, fer at hava gudstænastu og annars verður nógvur tónleikur at hoyra, eitt nú við jazzbólkinum, Magnus og trio við Rúnu á Heygum, Ronnie Nielsen og Kolbein Simonsen, Kára P og Hjalta Skaale, Yggdrasil og Hvonn, saman við Kristian Blak, og Sigmundi Zachariassen.
Útferð verður vestur undir Sumbiarbjørgini og gonguferð niðan á Beinisvørð, alt við staðkendum ferðaleiðara.
Serstaka Fuglasavnið í Sumba verður opið og tað hevur vitin í Akrabergi eisini.
Men onki tiltak í Sumba uttan eina styrkiroynd og í tí sambandi verður togtogan ímillum bygdarfólk.
Eitt serstakt tónleikatiltak verður tá ið gamli sekstiárabólkurin í Sumba, Wild Lions, fer á pall.
Myndin er av Aksal Poulsen á serstaka Fuglasavninum í Sumba. Síðani í sekstiárunum hevur hann savna fugl, sum síðani eru útstappaðir og nú eru væl yvir 100 fuglar í savninum, summir av teimum heilt sjáldsamir um okkara leiðir.