Gamli skúli sum vit kenna hann fer í søguna

Gamli skúli í Vestmanna, sum hevur verið karmur um skúlagongdina hjá vestmenningum síðan 1951, skal nú umvælast og byggjast um. Í morgin sleppur almenningurin inn at síggja skúlan, sum vit kenna hann, eina seinastu ferð.

Í meira enn sjey áratíggju hava ættarlið av vestmenningum gingið í gamla skúla í Vestmanna. Nú fer skúlin, sum fólk kenna hann, í søguna.

 

Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august frá klokkan 13 til 20.

 

Tá kunnu fólk ganga ein seinasta túr eftir kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og kanska finna gomul minnir fram aftur.

 

Gamli skúli varð tikin í nýtslu í 1951. Síðani hava børn lært at lesa og skriva har, fingið vinir og runnið eftir eyðkendu sprøklutu gólvunum millum gulu, reyðu og bláu gongdina.

 

Skúlin hevur eisini verið karmur um nógv annað virksemi. Bæði svimjihylur og fimleikahøll eru 75 ára gomul, og virksemi hevur verið har at kalla hvønn dag øll árini. Tónleikur hevur eisini havt sín stóra leiklut, og mong børn hava fingið sínar fyrstu tónlistarligu upplivingar í skúlanum.

 

 

 

Í sambandi við høvuðsumvælingina verður nógv av gamla innbúgvinum ikki brúkt aftur.

 

Talan er millum annað um skáp, hillar, knakar, lampur og gardinur. Í morgin verður møguligt hjá fólki at fáa sær slíkar lutir ókeypis – annaðhvørt tí tey hava brúk fyri teimum ella vilja hava eitt minni úr gamla skúlanum.

 

Vestmanna kommuna ger vart við, at nógvir av lutunum mugu skrúvast niður, og tí kann vera neyðugt at hava skrúvumaskinu ella skrúvublað við.

 

Tá umvælingin og umbyggingin eru lidnar, verður virksemið í skúlanum í høvuðsheitum tað sama sum áður, men í nýggjum, betri og rúmligari kørmum.