Geert Wilders stóra framgongd

Fyribilstøl frá niðurlendska tjóðartingsvalinum í dag vísa, at tann víðgongdi høgraflokkurin Frælsisflokkurin hjá Geert Wilders hevur havt stóra framgongd. Sambært fyribilstølunum fær flokkurin 23 tinglimir ímóti níggju við seinasta val.

Úrslitið er eisini væl betur, enn meiningakanningarnar søgdu, tí sambært teimum fór flokkurin at fáa 18 tinglimir.

Tann liberali flokkurin VVD og Sosialdemokratarnir fáa 31 tinglimir í part.

VVD hevur sagt, at flokkurin ætlar sær at skipa eina borgarliga stjórn, um tað letur seg gera, og at flokkurin er til reiðar at leita sær stuðul frá Frælsisflokkinum, um tað verður neyðugt fyri at skipa stjórn.