Fyrverandi íslendski forsætisráðharrin Geir H. Haarde heldur uppá, at hann er ósekur í ákæruni, sum er reist ímóti honum í sambandi við skrædlið í tí íslendska barnakervinum í 2008. Í samrøðu við amerikanska blaðið Washington Post sigur hann, at í roynd og veru er hann ákærdur, tí hann ikki hugdi inn í framtíðina.
Í samrøðuni vísir hann øllum ákærum aftur, og hann heldur uppá, at í veruleikanum gjørdi hann Íslandi og íslendingum eina góða gerð við at sýta fyri at bjarga vinnulívsbankunum og við at noyða útlendskar kreditorar at átaka sær stór tap.
Geir H. Haarde sigur við Washington Post, at tað er ikki nóg mikið hjá sær at sleppa frá at fara í fongsul.
-Eg vil eisini hava æru mína aftur, sigur hann.