Gerhard Lognberg: Eg eri óndur

At geva listafólki starvslønir og sømd­argávur, er at søpla almennan pening burtur!

Áki Bertholdsen


Hesa greiði og ítøkiligu stað­fest­ing borðreiddi ting­mað­ur Javn­að­ar­floks­ins, Ger­hard Logn­berg við í Løgtingi­num í gjár.
Tað var nettupp í gjár, at Ment­ann­argrunnur Landsins kunn­gjørdi, at 33 listafólk hava fing­ið tilsamans 2,8 mill­iónir í starvslønum fyri at geva teim­um umstøður at út­inna mentanarligt arbeiði.

Hetta fekk rættiliga øði í sand­oyar­ting­mannin hjá Javnað­ar­flokkinum.

– Eg eri óndur í dag, kunn­gjørdi hann rætt og slætt fyri Løg­ting­inum.

Hann kallar hesar starvs­lønir fyri misbrúk av al­menn­um
pengum.

At geva listafólki løn fyri at sita heima og gera eitt­hvørt, er at søplað fólksins skatta­pengar burtur, staðfesti hann stutt og greitt.

Hann segði hetta ikki tí at hann var so ómentaður sjálv­ur, tí hann helt, at hann var minst líka mentaður, sum nak­ar annar.

Hann fortaldi tinginum, at honum dámdi væl at taka gittara í hond og spæla nakr­ar sangir.

Men fyri tað vil hann ikki hava al­menna løn fyri at sita heima og onki gera.

Men nú fáa listafólk boð um at fara til húsar í eitt heilt ár at gera einki, tí tey fáa løn kort­ini.

– Tað er ótrúliga langt úti, sam­stundis sum útróðr­ar­menn, sjomenn, pedagogar og onn­ur á niðastu rók stríðast fyri at fáa endarnar at røkka sam­an.

– Tað eru onnur í sam­fel­­ag­n­um, sum sita og líða og gráta við ongum, sam­stundis sum listafólk fáa søm­dar­gávur fyri einki at gera.

Hann spurdi, hví bát­a­­smið­ir ikki kundi fáa starvs­løn ístaðin. Bátasmíð er eitt ald­ar­gamalt, søguligt hand­verk, sum er við at fara í søg­una, men teir hava als ongan stuð­ul fingið.

Ger­hard Lognberg helt, at starvs­lønir vóru betri farnar til nakr­ar bátasmiðir enn til nøk­ur listafólk.
Og hetta er eitt mál, hann fer at taka upp í Løgtinginum í næst­um.