Stutt fyri jól kom bókin Stríðið er vunnið eftir Gerhard Lognberg. Ofta verða bøkur, sum koma út, ikki ummældar. Tó so. Í útvarpinum hevur Uni Arge ein frálíka sending – Vágskálin. Her verða nógvar nýútkomnar bøkur – upprunaføroyskar - viðgørdar. Uni hevur til hvørja sending vanliga boðið 2 fólkum inn í útvarpsstovuna at siga sína hugsan um bókina, sum er til viðgerðar. Hetta er ein sera góð og upplýsandi sending, sum fer í dýpdina við viðgerðini av teirri bók, ið skal ummælast. Tá eg hevði lurtað eftir sendingini, keypti eg bókina, sum lá á vágskálini.
Bókin hjá Gerhard varð ummæld 17. desember. Til at meta um bókina hevði Uni Arge boðið Beintu Løwe og Sámal Matras Kristiansen at siga sína hugsan um bókina. Sigast má, at tey bæði vóru væl fyrireikað og høvdu sett seg væl inn í tey evni, bókin viðger. Bókin hjá Gerhard er bæði ein sjálvævisøga og ein bygdasøga.
Hann sigur frá sínum uppvøkstri í niðursetubygdini Skopun í 1950unum. 50ini vóru fátækslig í Føroyum. Moderniseringin av fiskiflotanum var ikki byrjað. Ongi flakavirki vóru. Arbeiðsloysi var stórt. Nógvir føroyingar fóru til Íslands at arbeiða. Gerhard veksur upp í gamla bygdasamfelagnum, har familjan skal skaffa allan døgurðamat sjálv. Tað einasta, sum var keypt, var mjøl, sukur og margarin. Niðursetubygdin Skopun hevði sítt stríð at vinna sær rættindi frá bøndunum, sum áttu jørðina.
Niðursetufólkini vóru røsk og høvdu áræði. Gerhard er til sjós, lærir til rørsmið og arbeiðir nøkur ár. Í 1970 giftist hann við Arnu Thomsen. Hann byggir sær hús, kemur upp í kommunalpolitikk í 1984 og gerst borgarstjóri í 1993. Í 2002 kemur hann inn á ting fyri javnaðarflokkin. Hann veit, hvat hann vil við at fara inn í politikk. Havnin í Skopun skal betrast og flakavirki skal vera í bygdini, so støðugt arbeiði er til tey, sum búgva í bygdini. Alt hetta fær hann saman við øðrum í lag. Seinni er tað stríðið við at fáa undirsjóvartunnil til Sandoynna. Hetta gerst veruleiki 21. desember í 2023, tá undirsjóvatunnilin verður tikin í brúk. Gerhard klippur snórin, og rópar tá við ørmunum yvir høvd: “Stríðið er vunnið!”
Tað, sum er stak áhugavert, eru tær royndir, Gerhard sær í politikki. Hann verður ikki væl viðfarin, hann er ikki inni í hitanum hjá losjuni í javnaðarflokkinum. Ofta verður hann ikki tikin við, tá javnaðarflokkurin kemur í stjórn og skal skipa landsstýri. Hann fær ongan landsstýrissess, hóast hann hevur royndirnar úr kommunalpolitikki.
Gerhard er politikkari, sum berjist fyri síni bygd, so henni skal verða lív lagað. Hann er ikki ein livibreyðspolitikkari, sum so mangir í løgtinginum. Og guð havi lov fyri tað. Uttan Gerhardsa frásøgn og eygleiðingar høvdu vit ikki fingið innlit í, hvussu reyvasíð og primitiv politiska telvingin ofta er.
So er tað stílurin í bókini. Gerhard greiðir frá í 1. persóni. Hann hevur sjálvur skrivað alla bókina í hond, so hevur sonurin Sámal Hanni skrivað hana inn á teldu. Tað er ikki vanligt, tá politikkarar geva sínar endurminningar út. Ofta er tað ein annar persónur, sum førir pennin. Her hvørvir ofta høvuðspersónurin, sum bókin snýr seg um. Stílurin gerst keðiligur og monotonur. Sámal segði tað so væl í sendingini: Tað hevði ikki verið gott, at fingið ein redaktør inn, tí so hevði tað talaða skopunarmálið á skrift horvið.
##med2##
At enda, tá Beinta varð biðin um at siga sína hugsan um bókina, tá segði hon, at tað hevði verið eini gleði at lisið bókina – og so legði hon afturat: Hon undraðist yvir, at ongin miðil hevði tikið bókina upp og ummælt hana! Gerhard fer aftur um tey politisku leiktjøldini. Tá slíkt hendir úti í heimi, eru politiskir journalistar skjótar at gera viðmerkingar. Men ikki her heima.
Tað eru nógv løg í bókini hjá Gerhard. Tann besta sammetingin, eg kann finna í løtuni, er, at Gerhard sum ein annar John Wayne – eftir at hava ornað paragrafarnar - ríður móti vestri inn í ta setandi sólina.
So hattin av fyri Gerhard, fyri eina spennandi og áhugverda sjálvævisøgu og bygdasøgu – og fyri Una, Beintu og Sámal fyri eina góða og væl samansetta sending.
Gott nýggjár
Steingrim Abrahamsen











