Geva rottuni betur møguleika at yvirliva

Skal rottan týnast, má farast fram við skili. Og mátin, føroyingar brúka er púra skeivur. Vit oyða ikki rottuna uppá henda mátan. Tvørturímóti gera vit henni betri umstøður at klára seg

Rottan er ring at koma til lívs. Men tað ber til, hóast tað krevur drúgvt arbeiði, sum harumframt skal verða sera miðvíst og ógvuliga vælskipað.

Ikki minst krevur tað drúgvar fyrireikingar.

Komandi hósdag og fríggjadag hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan skeið fyri øllum kommunum um rottuoyðing.

Starvsstovna vísir til kunngerð frá 1962, sum sigur, at ?reglulig rottuoyðing skal setast í verk eina ferð um árið frá 14. til 25. november?.

Men at seta rottuoyðing í verk hesa tíðina tænir als ongum endamáli. Tvørturímóti fáa vit onki burturúr, uttan at geva rottunum, betri umstøður at klára seg.

Hetta er sambært skotanum, Bernie Zonfrillo.

Tað er hann, sum ætlandi skal skipa fyri tiltakinum at oyða rottuna í Vágum.

Áður hevur hann staðið fyri at týna rottuna fleiri staðni, seinast á lítlu Handaoy Skotlandi.

Jens K. Jensen í Nolsoy sigur, at hesin skotin hevur greitt honum frá, at einasta, effektiva tíðin at leggja út rottueitur er tíðliga um várið.

? Um veturin hava rotturnar tað sera ringt. Kampurin um føðina er harður, og um várið eru tær so úthungra-ar, at tá ber til at týna hana við vælskipaðum, miðvísum arbeiði at leggja út rottueitur.

Jens K. Jensen sigur frá skotanum, at tað einasta vit fáa burturúr at leggja rottueitur aðrar árstíðir, eru, at vit týna nakrar rottur burturav, men samstundis geva vit teimum, sum eftir eru, betri yvirlivilsis møguleikar.

Í veruleikanum snýr tað seg um, at tað eru so nógvar rottur til um veturin sum gjørligt fyri at tær skulu verða so úthungraðar sum gjørligt um várið. Týnir tú helvtina av rottunum um heystið, koma hinar nógv lættari ígjøgnum veturin og eru tí ikki so lættar at fyribeina við eituri.


Eygleiða í fleiri ár

Jens K. Jensen leggur dent á, at sjálvur er hann langt frá serkønur á økinum, og tað einasta, hann veit, er tað, Bernie Zonfrillo hevur fortalt honum einaferð fuglafrøðifelagið hevði fingið hann hendavegin.


Eygleiða í langa tíð

Men tað er heldur ikki bara sum at siga tað at leypa á við rottueituri um várið.

Fyrst skal eitt stórt fyrireikingararbeiðið til at vita, hvar rottan heldur til um veturin.

Á Handa Island eygleiddu tey rottuna í trý ár, áðrenn lopið var á við rottueituri.

? Nógv er at fara um. Tað eru bjørg og hamrar, brekkur, fløtur og mýrar.

? Skal eitt slíkt tiltak eydnast, er tað neyðugt at vita, hvar rottan heldur til um veturin fyri at kunna miðsavna útleggingina um tey støðini, so tað verður gjørt ordiligt, heldur enn at leggja allastaðni uppá gjøt, tí tað førir heldur ikki til nakað.

? Tað ræður um at kanna atferðina gjá fíggindanum gjølla.


Umráðandi at allar eru við

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað er umráðandi at allar kommunur, har rotta er, eru við á skeiðnum.

Á skeiðnum verður m.a. greitt frá ymsum mátum at týna rottu, um rottuoyðing og fuglabjørg, um avleiðingar av rottu, báði fíggjarliga og til reinføri og um, hvussu nógvar rottur eru. og hvar tær eru. Aftaná hvønn fyrilestur verður høvi at seta seta spurningar