Gjógv er bíligast og Vágur dýrast

Munurin sum heild er tódnaður, men eisini í ár 2000 verður tað nógv bíligari at búgva í summum kommunum, enn tað verður at búgva í øðrum kommunum

Skattatrýstið í mest tyngdu kommununum er framvegis væl størri, enn tað er í teimum kommununum, har kommunala skattatrýstið er lægst. Munurin er kortini eitt sindur tódnaður. Eingin kommuna hevur hækkað skattaprosentið, og í sjey kommunum fara tey komandi ár at hava eitt lægri skattaprosent, enn tey hava havt í ár. Eingin av kommununum, sum hava lægsta skattaprosentið, er millum hesar sjey, tí tað er framvegis ikki loyvi at lækka prosentið niður um 16,00.

Eins og í 1999 so fara tey í Gjáar kommunu at hava lægsta kommunuskattaprosentið í ár 2000, meðan Vágs kommuna aftur komandi ár verður dýrasta kommunan at búgva í.

Maður og kona, sum eiga tvey børn undir 16 ár, sum eru limir í fólkakirkjuni, og sum hava eina skattaskylduga inntøku uppá tvey hundrað túsund krónur, fara komandi ár at rinda 14.500 krónur meiri í kommunuskatti í Vági, enn tey fara at rinda í Gjáar kommunu, og harafturat skal leggjast, at samlaði frádrátturin í kommunuskattinum fyri tey bæði børnini verður í Vági fimm túsund krónur, meðan hann í Gjáar kommunu verður tíggju túsund krónur. Ella við øðrum orðum kunnu vit siga, at samlaði munurin í kommunuskattinum verður 19.500 krónur ella 1.625 krónur um mánaðin.


Toppskorararnir

Hægsta skattaprosentið er í 1999 23,00 ? hetta er tað mesta, sum tað er loyvt at seta prosentið til ? og tað verður tað eisini komandi ár. Í 1999 hava níggju kommunur havt hægsta prosentið, meðan talið komandi ár verður fimm. Kommunurnar við hægsta prosentinum komandi ár vera Oyndarfjørður, Elduvík, Sandur, Skopun og Vágur.

Sambært yvirlitið, sum er komið frá Toll & Skattstovuni, so álíkna tey ikki kirkjuskatt á Sandi, í Elduvík og í Oyndarfirði. Kirkjuskattur verður álíknaður í Vági og í Skopun (0,16 prosent), og tað vil siga, at tað er í hesum báðum kommununum, at skattatrýstið verður størst komandi ár. Bæði í Vági og í Skopun verður barnafrádrátturin 2.500 krónur.

Í yvirlitinum, sum er komið frá Toll & Skattstovuni, stendur Tvøroyrar kommuna eisini at hava hægsta skattaprosentið, men í blaðnum í gjár stóð at lesa, at býráðið á Tvøroyri mánakvøldið gjørdi av, at skattaprosentið í ár 2000 skal verða eitt hálvt lægri, enn tað hevur verið í 1999.

Hinar kommunurnar, sum í ár hava havt eitt skattaprosent uppá 23,00, men sum hava samtykt at lækka prosentið fyri komandi ár, eru Vestmanna, Porkeris og Miðvágs kommunur. Í Vestmanna og Porkeri hava tey lækkað prosentið niður í 22,00, meðan tey í Miðvági hava sett prosentið niður úr 23,00 og til 21,00.


Tær smáu eru bíligast

Í tíggju kommunum hava tey gjørt av komandi ár at krevja skattaborgararnar eftir 16,00 prosentum í kommunuskatti. Fyrst í níti árunum varð avgjørt, at tað skuldi ikki bera til at áseta skattaprosentið lægri enn 16,00. Kommunurnar, sum fyri ár 2000 hava ásett lægsta prosentið, teljast allar millum tær smærru. Tað eru tær somu kommunurnar, sum í ár hava havt lægsta prosentið, og sum komandi ár fara at hava lægsta prosentið. Tær eru Fugloyar, Svínoyar, Kunoyar, Mikladals, Funnings, Gjáar, Bíggjar, Mykines, Skúvoyar og Fámjins kommunur.

Felags fyri flestu av hesum kommununum er, at tær skylda millum lítið og einki, og at tær upp á seg eiga heilt fitt av pengum á bók.

Gjáar kommuna verður tann bíligasta at búgva í komandi ár. Tær báðu kommunurnar, sum verða næstbíligast at búgva í, eru Svínoyar kommuna og Fámjins kommuna. Tær hava sama skattaprosent, sum tey hava í Gjáar kommunu, og í hvørgari av hesum kommununum verður kirkjuskattur álíknaður. Felags fyri báðar kommunurnar er, at barnafrádrátturin verður 4.500 krónur.


Lækkar eitt vet

Sambært yvirlitið frá Toll & Skattstovuni, so verður miðal skattaprosentið komandi ár 0,1 prosent lægri, enn tað hevur verið í ár. Í 1999 hevur miðal kommunuskattaprosentið verið 19,77, og komandi ár verður tað 19,67. Nes kommuna er tann av teimum 49 kommununum, sum hevur eitt skattaprosent, sum liggur tættast at miðal skattaprosentinum fyri allar kommunurnar. Í Nes kommunu er skattaprosentið 19,9 ella 0,23 prosent hægri, enn miðal prosentið í Føroyum.

Miðal barnafrádrátturin er í ár 2.721 krónur, og komandi ár verður hann 3.030 krónur. Í fimtan kommunum fer barnafrádrátturin komandi ár at vera 3.000 krónur.

Fjúrtan kommunur fara komandi ár at hava ein hægri barnafrádrátt, enn tær hava havt í ár. Størsta hækkingin verður í Kollafirði, har frádrátturin verður hækkaður við 1.700 krónum fyri hvørt barnið.

Tvær kommunur fara at hava hægst loyvda frádráttin, sum er fimm túsund krónur. Umframt Gjáar kommunu, sum í ár hevur verið einsamøll um hægst loyvda frádráttin, verður hægsti barnafrádrátturin veittur í Sunda kommunu, har hann er hækkaður við eitt túsund krónum. Skattaprosentið í Sunda kommunu verður 17,74, og har verður álíknað í kirkjuskatti 0,26 prosent.

Lægsti barnafrádrátturin í ár 2000 verður 1.500 krónur. Tað verður hann í trimum kommunum. Tær eru Hests, Mykines og Húsavíkar kommunur.


Kirkjuskatturin

Tað er loyvt øllum kommununum at álíkna kirkjuskatt, men í nítjan av teimum 49 kommununum verður eingin kirkjuskattur komandi ár.

Bý? og bygdaráðini áseta kirkjuskattaprosentið, men tað eru kirkjuráðini, sum gera av, um kirkuskattur skal álíknast. Uppgávan hjá kommunala myndugleikanum í tí sambandinum er at finna fram til, hvat kirkjuskattaprosentið skal vera. Mannagongdin er tann, at kirkjuráðini upplýsa fyri kommunala myndugleikanum, hvussu stór upphæddin, sum skal krevjast inn í kirkjuskatti, skal verða. Síðani ásetur kommunali myndugleikin, út frá inntøku metingini fyri komandi árið, kirkjuskattaprosentið.

Hægsta kirkjuskattaprosentið í ár 2000 verður í Gøtu kommunu. Har fara tey at rinda eitt prosent í kirkjuskatti. Í 1999 hava tey rindað 1,20 prosent. Næsthægsta kirkjuskattaprosentið komandi ár verður í Nes kommunu, har prosentið er ásett at verða 0,85. Í 1999 hevur kirkjuskattaprosentið í Nes kommunu verið 0,65. Felags fyri Gøtu kommunu og Nes kommunu er, at har eru kirkjur bygdar í níti árunum.

Í fimm øðrum kommunum verður kirkjuskattaprosentið komandi ár 0,5 ella hægri enn so: Lorvík (0,52), Runavík (0,62), Haldórsvík (0,50), Kollafjørður (0,60) og Kvívík (0,65).jh







Kommunuskatturin í 1999 og 2000

20001999MunurMunur

KommunaKomm.Ki.sk. %BarnaKom. Ki.sk. %BarnaKomm. Barn

sk. %frádr.sk. %frádr.sk. %frádr.


Fugloy16,003.00016,002.0000,001.000

Svínoy16,004.50016,004.5000,000

Viðareiðis21,500,352.50022,000,352.500-0,500

Hvannasund19,000,203.00019,000,202.5000,00500

Klaksvíkar20,000,242.50020,000,232.5000,000

Kunoyar16,003.00016,003.0000,000

Mikladals16,003.00016,003.0000,000

Húsa17,004.00017,004.0000,000

Oyndafjarðar23,002.00023,002.0000,000

Elduvíkar23,002.50023,002.0000,00500

Fuglafjarðar19,120,202.50019,120,202.5000,000

Lorvíkar22,000,523.00022,000,453.0000,000

Gøtu18,501,004.00018,501,204.0000,000

Nes19,900,853.20019,900,653.0000,00200

Runavíkar20,000,622.50020,000,551.5000,001.000

Sjóvar17,000,202.50017,000,202.5000,000

Skála21,350,152.50021,350,152.5000,000

Eiðis17,500,202.70018,000,252.500-0,50200

Sunda17,740,265.00017,740,264.0000,001000

Funnings16,004.00016,004.0000,000

Gjáar16,005.00016,005.0000,000

Haldórsvíkar19,100,503.00019,100,503.0000,000

Saksunar18,002.00018,002.0000,000

Hvalvíkar18,800,203.00018,800,203.0000,000

Hósvíkar17,500,243.00017,500,283.0000,000

Kollafjarðar18,500,603.50018,500,401.8000,001.700

Kvívíkar17,500,653.00018,000,663.000-0,500

Vestmanna22,000,242.50023,000,262.500-1,000

Kirkjubøar18,500,253.00018,500,252.0000,001.000

Hests17,001.50017,001.5000,000

Nólsoyar17,003.00017,002.5000,00500

Sandavágs18,750,252.50018,750,252.5000,000

Miðvágs21,000,252.20023,000,252.000-2,00200

Sørvágs21,000,252.50021,000,252.5000,000

Bíggjar16,003.00016,003.0000,000

Mykines16,001.50016,001.5000,000

Sands23,002.50023,002.5000,000

Skopunar23,000,162.50023,000,162.5000,000

Skálavíkar18,003.00018,003.0000,000

Húsavíkar20,501.50020,501.5000,000

Skúvoyar16,003.00016,003.0000,000

Hvalbiar19,000,203.00019,000,203.0000,000

Tvøroyrar22,500,252.50023,000,252.500-0,500

Fámjins16,004.50016,004.0000,00500

Hovs21,000,303.00021,000,303.0000,000

Porkeris22,000,252.50023,000,252.500-1,000

Vágs23,000,252.50023,000,252.5000,000

Sumbiar18,500,254.00018,500,754.0000,000

Tórshavnar19,000,253.50019,000,253.0000,00500


Hægsta23,001,005.00023,001,205.0000,000

Miðal19,670,303.03019,770,292.721-0,09309

Lægsta16,000,151.50016,000,161.5000,000