Roknskapurin fyri 2025 verður almannakunngjørdur um fáar dagar, men sambært Hjalta Hvítkletti hevur árið verið sera tungt, og tí verður úrslitið ikki gott.
– Tað hevur verið eitt møðsamt ár, sum hevur kostað nógvar pengar, sigur hann við Kringvarpið.
Samtíðis er greitt, at fyritøkan hevur tørv á nýggjum kapitali fyri at halda fram. LÍV-samtakið hevur tó avgjørt at taka seg úr eigarabólkinum, eftir at íløgan hevur kostað samtakinum 174 milliónir krónur, sum sambært LÍV mest sannlíkt eru farnar fyri skeytið.
Hjalti Hvítklett harmast um avgerðina.
– Vit harmast sjálvandi um, at LÍV nú fer burturúr, sigur hann við Kringvarpið, men leggur afturat, at felagið framvegis hevur gott samstarv við hin eigaran, Framherja, sum nú einsamallur heldur fram sum eigari.
Sambært nevndarformanninum hava stórir tøkniligir trupulleikar við útgerðini hjá Globe Tracker verið høvuðsorsøkin til hallið. Útbúnaður í fleiri tíggjutúsund bingjum hevur ikki riggað, sum hann skuldi, og tað hevur verið bæði stórt og kostnaðarmikið at rætta brekini.
– Tøkniligu avbjóðingarnar eru nú loystar, og vit hyggja frameftir, sigur Hjalti Hvítklett.
Globe Tracker mennir skipanir til sporing, eftirlit og stýring av bingjum. Seinasti almannakunngjørdi roknskapurin, sum var fyri 2024, vísti eitt hall upp á góðar 73 milliónir krónur.










