info
Ongi úrslit

Hugnaligt seglskipatiltak í Leirvík fríggjakvøldið

- Tað verður matur, aktivitetir og undirhald á havnarlagnum í Leirvík, tá føroysku træseglskipini koma til Leirvíkar

Vilmund Jacobsen
17. august 2026 kl. 13:57

Nógv verður gjørt burturúr, tá træseglskipini koma til Leirvíkar fríggjadagin hin 21. august, og eitt nú verður undirhald til øll á havnarlagnum.

- Komið til eina hugnaliga løtu við mati, aktivitetum og undirhaldi á havnarlagnum. Tiltakið er ókeypis, og vitjandi fáa bjóðað suppu og sneisabreyð.

Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.

- Ókeyps atgongd verður eisini til dansin, har til ber at keypa sær okkurt leskandi, og øll eru hjartaliga vælkomin, verður lagt aftrat.

Í Eysturkommunu hava tey gjørt eina skrá fyri seglskipavitjanina, og her verður sagt, at skipini leggja til bryggju í Leirvík klokkan 17.

- Klokkan 17 fara skótarnir at skipa fyri undirhaldi fyri børnum, og millum klokkan 16 og 21 verður høvi at vitja Báta-og Listasavnið ókeypis.

Tá seglskipini eru komin, verur farið at grilla sneisabreyå, og suppa verður á Brandstøðini í Leirvík.

- Lávusarhús verður opið frá klokkan 18-22, og her verður høvi at keypa sær kaffi og ymiskt annað.

Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, fer at halda røðu klokkan 21, og síðan verður felagssangur á Brandstøðini.

- Klokkan 23 fríggjakvøldið verður dansur við LM Band á Brandstøðini, verður sagt á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

HF Karlskrona tapti á útivølli

20 minuttir síðan
Hondbóltur

KA/Þór var fyri fimta tapinum á rað

6 tímar síðan
Hondbóltur

Silja var toppskjútti hjá Ajax við átta málum

6 tímar síðan
Fótbóltur

Västerås tapti á Gamla Ullevi leikvøllinum

7 tímar síðan
Hondbóltur

Maria og liðfelagarnir mistu í oddastríðnum

7 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar russiskt diesel til sperdar amerikanarar

8 tímar síðan
Hondbóltur

Teis mátti lúta fyri sínum gomlu liðfeløgum

8 tímar síðan
Tíðindi

Grønland kann avtaka summartíð longu næsta ár

8 tímar síðan
Tíðindi

SMS: Neistin vann á StÍF

9 tímar síðan
Ítróttur

Stórt altjóða judovikuskifti í Havn

9 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann stórsigur á Ferizaj

9 tímar síðan
Tíðindi

Vance fer ikki at hyggja um av­rætt­ing verð­ur send bein­leiðis

10 tímar síðan