Tað er Jóhannus Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jóhan Christiansen úr Tjóðveldi, ein grein 52a fyrispurning um Dalstunnlin.
Ítøkiliga spyr løgtingsmaðurin soleiðis:
1. Nær verður tunnilsarbeiðið og vegarbeiðið í sambandi við Dalstunnilin liðugt?
2. Letur Dalstunnilin upp fyri árslok 2025?
3. Hvør er kostnaðurin av øllum arbeiðinum?
4. Nær verður byrjað at bora Tjørnuvíkartunnilin?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Jóhannus Joensen á, at arbeiðið við at bora Dalstunnilin og vegarbeiðið til og frá tunlinum gongur nú á sætta ári.
Tað lækkar ímóti endanum, og verkætlanin er um at verða liðug. Fólk eru ótolin men eisini spent um, hvussu alt fer at síggja út og virka. Sagt hevur verið, at tunnilin letur upp á heysti 2025.
– Tað frættist, at hetta hevur verið ein bíligari verkætlan enn væntað, og at henda loysnin at bora smáu tunlarnar er ein skilagóður leistur. Undirritaði vil tí fegin vita, um hetta er so, hvat arbeiðið kostar, nær tað verður liðugt, og nær byrjað verður uppá næstu verkætlanina, sigur Jóhannus Joensen.
##med2##