GOG vann bronsu - Óli legði upp til átta mál

Kappingarárið hjá Óla Mittún og liðfeløgunum í GOG fekk ein lukkuligan enda

Óli Mittún hevur roynt at vunnið gull og silvur í bestu svensku hondbóltsdeildini við Sävehof. Nú er Óli bronsuvinnari við GOG í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

GOG vann eisini seinna bronsudystin móti Mors-Thy. Í Thy høllini vann GOG í kvøld 35-29 á Mors-Thy. Í steðginum var GOG á odda 15-13.

 

GOG vann fyrra bronsudystin á heimavølli 38-31 (19-17), og vann sostatt bronsuuppgerðina 2-0.

 

Óli skoraði í kvøld tvey mál upp á fýra málroyndir, men hann legði upp til heili átta mál (assist). 

 

HER  ber til frá TV2 at síggja ein stuttan samandrátt frá dystinum. 

 

Óli hevur í 34 dystum lagt upp til 133 mál. Hann er nummar seks á yvirlitinum við flest assistum í deildini. 

 

Klokkan 19.30 byrjar onnur finalan í Djurslands Bank Arena í Aarhus millum liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg Aarhus og Aalborg.

 

Jóhan og liðfelagarnir mugu vinna fyri at halda lív í meistarskapsvónini.