Gongst væl at bora

Tað gongur væl at bora hjá BP.

Tað er ein góð vika síðani , at Transocean Rather setti borin í Williamleiðina á landgrunninum. Ì dag var borurin komin niður á 1500 metrar. Hetta er mált frá boripallinum. Dýpið, har borað verður, er umleið 740 metrar, sostatt eru boraðir uml eið 760 metrar gjøgnum undirgrundina. Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP, sum fylgir spennandi boringini frá skrivstovuni Yviri við Strond, sigur við Sosialin, at alt hevur gingið eftir ætlan higartil. Veðrið hevur so eisini verið til vildar. Borast skal niður á 4750 metrar, so nakað er eftir at bora. Hini feløgini, sum eru við í boringini, eru Shell og Anadarko.