Ársúrslitið hjá P/F Nema fyri 2019 var upp á góðoar 10 milliónir krónur.
Bruttovinningur felgsins var upp á 50,5 milliónir krónur, og starvsfólkakostnaðurin var 32,8 milliónir krónur.
Úrslitið hjá felagnum áðrenn rentur var 11,8 milliónir krónur. Ársúrslitið var 10.149.000 krónur.
Nema veitir tænastur og vørur til privat fólk, føroyskt vinnulív, kommunur og almennar stovnar. Tænastu- og vøruurvalið umfatar ráðgeving, innbúgvsloysnum og fíggjar- og sermentar skipanir.
Sum felagið vísir á í ársfrágreiðingini, er 2019 fyrsta roknskaparárið eftir, at Nema og Hey eru løgd saman. Úrslitið í 2019 er betri, enn Nema og Hey høvdu hvør í sínum lag í 2018. Tá var úrslitið hjá Nema 4,8 milliónir krónur og hjá Hey 1,7 milliónir krónur. Leiðslan metir, at úrslitið er nøktandi, hóast arbeitt verður áhaldandi við at betra um raksturin.
– Endamálið við at leggja Nema og Hey saman, er at skapa ein sterkan og nýhugsandi føroyskan KT- og fjarskiftisveitara, ið er skal gerast leiðandi á føroyska marknaðinum og við tíðini eisini bjóða seg fram uttan fyri Føroyar.
– Fyrsta árið er merkt av innanhýsis tillagingum, samstundis sum vit miðvíst arbeiða við at økja um tænastuna. Kundarnir koma at merkja meira til samanleggingina í 2020, skrivar felagið í ársfrágreiðingini.
Og víðari skrivar felagið:
– Við samanleggingini, góðu samfelagsbúskaparligu gongdini og við tí úrvali av tæanstum og vørtum, sum nýggja felagið hevur at bjóða, umframt góð og dugnalig starvsfólk, sovæntar leiðslan at raksturin í 2020 gerst enn betri enn í 2019.
Eginognin hjá samanlagda felagnum er nú 24,3 milliónir krónur.
Hjá samanlagfda felagnum Nema starvaðust í 2019 72 starvsfólk.
Stjóri í P/F Nema er Gudny Langgaard.
Í nevndini eru:
Rúnar Reistrup, nevndarformaður
Yngvi Halldórsson
Árni Rasmussen
Móðirfelag er 20.11.2019 P/f, sum íslendska felagið Sýn hf. og føroyska íløgufelagið P/F Tjaldur eiga.