Granskari: Mynd av Grønlandi í USA-flaggi skal síggjast sum hóttan

Grønland í amerikanskum flaggi vísir, at fólk, sum standa Trump nær, vilja víðka øki fyri danskan rokning, sigur granskarin.

Tað skal takast í størsta álvara frá danskari síðu, tá Katie Miller, sum áður hevur verið talskvinna í umsitingini hjá Donald Trump, deilir eina mynd av Grønlandi litað við amerikanska flagginum.

 

Tað sigur Rasmus Brun Pedersen, lektari í altjóða námsfrøði á Århus universiteti í Danmark.

 

– Eg haldi greitt, at tað skal síggjast sum ein hóttan. Tað er eitt signal um, at tað eru kreftir nær forsetanum, sum arbeiða við at víðka um amerikanska økið fyri okkara rokning, sigur hann.

 

Men lektarin leggur dent á, at hann heldur ikki, at myndin er eitt úttrykk fyri egnum ætlanum hjá amerikanska forsetanum.

 

Í staðin sær hann tað sum eina roynd at vinna Trump fyrimun.

 

Amerikanski podcastarin Katie Miller, sum áður hevur havt fleiri leiklutir í stjórnini hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump. Hon fór úr umsitingini miðskeiðis í 2025.

 

Hóast Miller er givin, so hevur hon sambært miðlinum Politico framvegis samband við amerikansku stjórnina, tí hon er gift við Stephen Miller, sum er varastjóri í Hvítu Húsunum.

 

##med2##

 

Í gjárkvøldið deildi hon eitt uppslag á X við áðurnevndu mynd av Grønlandi við fylgjandi tekstinum "SOON", sum á donskum kann týðast sum "skjótt".

 

Uppslagið kemur eftir, at amerikanski herurin leygarkvøldið tók forsetan í Venezuela, Nicolás Maduro, og konu hansara, Cilia Flores.

 

Hetta eru ring tíðindi fyri heimsins smáu statir, sum eru í áhugaøkinum hjá einum stórveldi, sigur Rasmus Brun Pedersen.

 

– Eg haldi, at tað er álvarsamt, tí tað bendir á, at tað ikki bara eru impulsivir lutir, sum vit síggja frá amerikansku umsitingini. Tað er partur av eini breiðari hugmyndafrøði og einum breiðari trygdarpolitiskum hugburði.

 

– Nøkur signal eru send til Trump, at um tey kunnu gera tað í Venesuela, so kunnu tey eisini gera tað í Grønlandi og við til dømis Kuba.

 

 

 

/Ritzau/

 

Hetta vísir, at tað eru kreftir nær Donald Trump, sum vilja víðka amerikanska økið fyri Danmarkar rokning, tá Katie Miller, kona ráðgevan hjá Trump, deilir eina mynd av Grønlandi í amerikanskum litum, sigur Rasmus Brun Pedersen úr Diis. (Savnsmynd). - Mynd: Alex Wroblewski/Ritzau Scanpix