Gransking í skúlaítrótti og kropsrørslu

Tað, ið einaferð var Føroya Lær­ar­a­skúli, er í dag Náms­vís­inda­deild­in á Fróð­skap­ar­setri Føroya. Her út­búgva vit lærarar og náms­frøð­ing­ar, sum brenna fyri at hava eitt virki í før­oyska sam­fel­agnum

 

Grein úr Sosialinum 7. februar 2025:

 

Vit granska eis­ini, og júst hetta, at gransk­­ing, út­búgv­­ing og sam­fel­ag møt­­ast, er ó­met­a­liga spenn­andi og menn­andi fyri all­­ar partar. Onk­ur held­ur kanska, at gransk­ing og fróð­­skap­­ur fyll­ir nógv, men lat okk­um hyggja eitt sind­ur nærri at, hvat gransk­ing í skúla­ítr­ótti í ver­u­­leik­a­nu­m er, og hvussu hon kann gagna okk­u­m sum sam­fel­ag

 

Í mínum virki sum und­ir­vísari útbúgvi eg meg eis­ini sum granskari við at taka eina ph.d.-útbúgving. Mín áhugi er drivin av eini sann­føring um, at vit í Før­oy­um áhaldandi eiga at menna skúlaítrótt, so­leið­is at børn í skúlanum veru­liga hava møguleika at vinna sær førleikar at liva eitt rørslu­virkið lív. Vit eru hepp­in at hava ítrótt í náms­æt­l­anini øll ár, meðan børn og ung eru í skúla. Tí hava vit eisini eina skyldu at bjóða teim­um eina so góða und­ir­vísing sum gjør­ligt. Hetta kunnu vit ein­ans, um vit støðugt hava fok­us á rørsl­u­van­ar­nar hjá næm­ing­um og til­laga karm­ar­nar fyri at bjóða bestu rørsl­u­lær­una. Og at bjóða bestu rørsl­u­lær­una krev­ur, at vit granska og eft­ir­meta, soleiðis at vit til­vit­að kunnu menna und­ir­vís­ing­ina. Júst hetta út­búgvi eg meg til at duga.

 

Rørslufakið – fríløta ella læring?

 

Fyri mong er rørslulæra í skúla­num ein kærkomin frí­løta frá sitandi læring í skúl­a­stov­uni. Vit sleppa at spæla og roka saman, og tað dám­ar øllum. Ella gera vit tað? Hetta er í hvussu er nak­að vit ofta taka til, eins og vit í stóran mun siga, at ítr­ótt­a­tím­ar­nir sum vit skipa teir gera okkum betri fyri og læra okkum at vera rørslu­virk­in fyri lívið. Men er tað nú so?

 

Hetta eru slíkir spurn­ing­ar, vit kunnu svara, tá vit granska og eftirmeta, hvussu væl undirvísingin í veru­leik­a­num røkkur sín­um málum. Gransking er í stutt­um ein tilgongd, har vit kanna, um tað, vit halda, vit gera, eisini er tað, sum í veru­leik­a­num hendir. Og so kunnu vit tillaga og betra, har tað er neyðugt. Helst kunnu flest okkara semj­ast um, at hetta er ein skila­góður háttur at menna eitt fak­øki, og tryggja okk­um at rørslu­fak­ið bæði er hósk­andi læring og fríløta.

 

Eitt veruligt dømi við FIT FIRST rørsluløtum í skúla­num

 

Eitt gott dømi um slíka gransk­ing er rørslu­á­tak­ið, sum skúl­ar­nir í Vági og Tvør­­oyri hava ar­beitt við, og sum gjørd­ist karm­ur um mína ph.d.-út­búgv­ing. Skúl­ar­nir spurdu seg sjálv­ar: Hvussu kunnu vit bjóða næm­ing­u­num meira rørslu í skúl­a­tíðini á ein skila­góð­an hátt, og hvussu ávirkar tað trivnað og rørsluvirkni?

 

Í samstarvi við Fróð­skap­ar­setr­ið valdu skúl­ar­nir at royna gransk­ing­ar­grund­aða FIT FIRST und­ir­vís­ing­ar­hátt­in, har næm­ing­ar­nir tríggjar ferðir um vik­una hava skipaðar rørsl­u­løt­ur við spøl­um, sum eru ment við íblástri úr ym­isk­um í­trótt­a­grein­um. Spøl­ini eru skip­aði so­leið­is, at næm­ing­ar eru saman í smáum bólk­um og eru virknir mest møg­u­ligt í teir 40 min­utt­ir­nir rørslu­løt­ur­nar eru. Enda­mál­ið er at næmingar eru krops­liga virkn­ir og kýta og pøsa seg, sam­stund­is sum, at tað skal kennast stutt­ligt og fevnandi og menna rørsl­u­gleði.

 

Men riggaði tað so?

 

##med2##

 

Frá kanning til betri loysnir

 

Tað hevði verið lætt at sagt, at vit síggja smíl og reyðar kinnar, og at vit upp­liva, at næm­ing­ar­nir eru glaðir og orka betri, og tí eydn­að­ist tað. Men vit hava úrs­lit, sum vit kunnu granska, held­ur enn at gita.

 

Í stuttum vísa úrslitini hjá okk­um, at næmingarnir fluttu seg ó­met­a­liga nógv í mun til hvussu nógv teir ork­aðu og megnaðu krops­liga. Vit sóu eis­ini, at teir broyttu hug­burð til hvussu teir sjálvir fat­aðu sítt kropsliga megni. Rigg­aði tað fyri øll? Tað rigg­aði so mikið væl krops­liga, at øll tóku seg fram, með­an tað í mun til sjálvs­fat­an í størst­an mun vóru dreing­ir­nir, og kanska ser­liga yngstu dreingirnir, sum mentu eina betri sjálvs­fat­an. Og tað er júst hetta sum er spennandi, tí hvussu kunnu vit tillaga rørslu­løt­u­r­nar, soleiðis at tær fevna enn betri um øll?

 

Ein av okkara roynd­um í granskingini var at endurskoða renn­i­kann­ing­ina, sum vit nýta at kanna treysti. Henda kann­ing er vanliga ein test, har tú rennur aftur og fram mil­lum tvær strikur, meðan ferð­in alsamt økist, inntil tú ikki megnar meira. Hon kall­ast ofta fyri ein bip-test, tí ferðin verður stýrd av end­ur­tikn­um bip-ljóð­um. Í ein­um skúla­flokki kann tað tó ger­ast ógv­u­liga sjó­n­ligt, hvør orkar væl, og hvør ork­ar illa, og tað kann á­virka sjálvs­fat­an­ina hjá næm­ing­u­num. Kann­ing­ar eru í sjálv­um sær ikki stutt­lig­ar, tí at tú skalt kýta teg alt tú orkar og vísa framm­an­fyri øðrum, hvat tú megn­ar. Ella fyri summi, kanska hvat tú ikki megn­ar. Tá gerst tað ikki stutt­ligt at vera við.

 

Tí valdu vit at broyta kann­ing­ar­leist­in. Í stað­in fyri at síggja renn­i­kann­ing­ina sum eitt av­rik, gjørdu vit hana til eitt ljóð­spæl. Vit skip­aðu hana so­leið­is, at tað snúði seg um at vera neyvur og raka strik­una í takt við ljóðini. Tá næm­ing­ar­nir ikki orkaðu meira, kundu teir velja eina striku, sum var eitt sindur nærri og lætt­ari at røkka, so teir fram­v­egis vóru partur av spæl­i­num. Soleiðis fingu øll eina góða uppliving, og vit kundu framvegis máta fram­gongd­ina.

 

Frá gransking til  betri rørslulæru

 

FIT FIRST rørslu­á­­tak­ið hev­ur givið okkum innlit í, hvussu vit kunnu skipa rørsl­u­løt­ur í skúl­an­um, so­leið­is at øll børn fáa góð­ar upp­liv­ing­ar við rørslu. Men tað hev­ur eis­i­ni víst okk­um, hvussu týdn­ing­ar­mik­ið tað er at eft­ir­meta og laga und­ir­vís­ing­ina eft­ir næm­ing­u­num. Vit vita eitt nú, at vit skulu til­laga tað, fyri at røkka gent­u­num bet­ur. Er tað kanska so, at vit í ítr­ótti og rørslulæru í skúl­a­num sum heild hava yms­­ar bólkar, ið detta nið­ur í millum?

 

Hóast okkara gransk­ing í hes­­um føri snýr seg um ná­g­­rei­n­i­liga rørslu­á­tak­ið í Suðri, so er tað týdn­ing­ar­mesta, vit gera, kanska júst hetta: at menna okkara egnu før­leik­ar at eft­ir­meta, laga til og gera rørslu­lær­una betri. Tí hetta snýr seg ikki um at aka­dem­i­sera ítrótt í skúlanum, men um at binda brúgv mill­um vísind og praksis. Vit skulu ikki bert halda, at rørslu­und­ir­vís­ing­in er góð, vit skulu vita tað.

 

Eg kenni meg hepnan at sleppa at arbeiða soleiðis við ítrótti og rørslulæru - at seta spurningar, leita eft­ir svari og síðani síggja, hvussu hetta kann gagna bæði núverandi og kom­andi ættarliðum av lær­ar­um, námsfrøðingum og næm­ing­um.

 

Helgi Winther Olsen

 

Adjunktur, ph.d.-lesandi

 

Ítróttavísind og rørslulæra

 

Námsvísindadeildin

 

Fróðskaparsetur Føroya

 

helgio@setur.fo

 

+298 221230

 

 

Greinarøð um gransking innan námsfrøði og útbúgving í Føroyum:

 

Sosialurin gevur í 2025 út eina greinarøð um gransking inn­an námsfrøði og út­búgv­ing í Føroyum. Hetta er í sam­starvi við granskarar á Námsvísindadeildini á Fróð­­skap­arsetri Føroya.

 

Greinarnar verða prentaðar fyrsta fríggjadag í hvørj­um mánað ígjøgnum alt  2025 – og fyrsta greinin í røð­ini kom út hin 10/01. Hetta var greinin: »Náms­frøði er ein týdn­ingarmikil liður í heimspekini« ef­­t­ir Sigri M. Gaïni, Ph.d. í politiskari filosofi og náms­­lekt­ari í Lívs­á­sk­oð­an & siðalæru og Vísindaástøði.

 

Í Sosialinum hesaferð er tað Ingi Heinesen Højsted sum skrivar grein við heitinum »Støddfrøðilig modellering ger rokning viðkomandi«.

 

Ingi Heinesen Højsted er Ph.d., Lektari í støddfrøði didaktik og Gransk­ing­ar­leiðari á Námsvísindadeildini leiðari fyri Barna- og ung­dóms­gransk­ing­ar­depilin, Náms­vísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya

 

Helgi Winther Olsen er útbúgving bachelor í ítrótti frá Københavns Universitet og eis­ini útbúgvin sivilverkfrøðingur í heils­u­tøkni frá Danmarks Tekniske Un­i­vers­i­tet. Helgi hevur í ein mansaldur ver­ið virkin í ítrótti sum ítróttafólk, venj­ari og fyriskipari, og hevur arbeitt sum verk­frøð­ingur í tíggju ár, áðrenn hann fór at und­irvísa og útbúgva seg til gransk­ara í ítróttavísind og rørslulæru á Náms­vís­ind­a­deild­ini á Fróðskaparsetri Føroya.