Gransking skal takast við fyrivarni

Hóast nógv áhugaverd granskingarúrslit verða løgd fram á ymsum ráðstevnum, eigur slíkt at takast við fyrivarni, heldur stjórin á Føroya Fiskavirking

Gransking er góð. Men gransking skal eisini takast við eitt sindur av fyrivarni, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking. Hann er við á ráðstevnuni um gransking, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum hesa vikuna. Meinhard Jacobsen ivast ikki í, at sumt av tí, sum kemur fram við slík høvi, onkusvegna kann brúkast í praksis. Men verri enn so alt, sum lagt verður fram, er praktiskt gjørligt soleiðis beinanveg.

Við hvørt, metir hann, verður granskað mest fyri granskingina skuld. Tí ikki alt, sum granskað verður í, er brúkiligt í praksis. Granskað verður fyri at klárleggja nøkur ávís viðurskifti, sigur hann.

Men hinvegin er eingin ivi í um, at til ber at brúka nógv av tí, granskarar finna fram til, tá tað er viðgjørt og tillagað, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking. Verður arbeitt víðari við granskingarúslitunum, kunnu tey so at enda brúkast til onkra heilt konkreta uppgávu, heldur hann.

Meinhard Jacobsen, sigur, at okkurt heilt ávíst á hesi ráðstevnuni er vert hjá Fiskavirking at hyggja nærri at. Meira vil hann ikki siga um tað evnið.

Hann sigur, at hann er ikki farin í Norðurlandahúsið við teirri vón at síggja nakað, hann bara kann taka heim aftur við og brúka í morgin. Ørindini eru heldur at síggja og hoyra, hvat rørist á økinum og hitta fólk og fáa knýtt sambond, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen.

Meinhard Jacobsen leggur tó dent á, at hevði hann ikki væntað at fingið nakað sum helst burtur úr ráðstevnuni, hevði hann slett ikki farið niðan í Norðurlandahúsið hesar dagarnar.


Millumtjóða ráðstevna

Reiðiliga 100 fólk eru um dagarnar á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Hetta eru granskarar, sum luttaka á ráðstevnu hjá WEFTA, sum er vestureuropeiskur granskingarfelagsskapur.

Ásmundur Guðjónsson á Heilsufrøðiligur Starvsstovuni er ein teirra, sum stendur fyri ráðstevnuni. Hann sigur, at WEFTA er ein av fýra alheims felagsskapum av hesum slagi. Hinir tríggir eru ein í Norðuramerika, ein í Suðuramerika og ein í Kyrrahavsøkinum.

Hendan ráðstevnan, sum nú er í Føroyum, er ein í eini regluligari røð av ráðstevnum, felagskapurin WEFTA heldur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan er við í WEFTA samstarvinum og beyð sær til at vera vertur hesaferð, sigur Ásmundur Guðsjónsson. Og tað fekk so mikið góða undirtøku, at avgjørt varð at hava ráðstevnuna her.

Tað, sum hendir á slíkari ráðstevnu er, sigur Ásmundur Guðsjónsson, at granskararnir leggja fram úrslitini av tí, teir hava gjørt. Tað verður vanliga gjørt í fyrilestrum, sum hildnir verða á slíkum ráðstevnum.

Ásmundur Guðjónsson sigur, at tað kemur altíð okkurt spennandi fram á eini slíkari ráðstevnu. Tað velst sjálvandi um persónin, sum lurtar, sigur hann.

Summir av hesum fyrilestrunum, sum hildnir verða her, eru rættiliga viðkomandi fyri ein føroying, meðan aðrir eru heldur abstraktir, sigur Ásmundur Guðjónsson.

Hann sigur, at fyrilestrarnir eru rættiliga vísindaligir. Her verður tosað nógv um, hvat hendir við fiski, eftir at hann er veiddur. Tosað verður um saltfisk. Hvussu best fæst burturúr. Hvussu farast skal fram, áðrenn saltað verður og so framvegis.

Nógv verður tosað um kemi á hesi ráðstevnuni, sigur Ásmundur Guðjónsson. Um fysting, bakteriologi og so framvegis.

Dømi um fyrilestrar, hildnir hava verið, eru ein um frysting og upptining av fiski, og hvat hann kann brúkast til aftaná. Hvørjar bakteriur eru í ymiskt viðgjørdum laksi. Og til dømis helt ein týskur granskari fyrilestur um parasittar í kongafiski. So tað fevnir víða, hóast evnið mestsum er tað sama allastaðni kortini.


Føroyingar ov lítið við

Føroyingar eiga ikki so nógvar granskarar, so føroysku luttakararnir eru vanliga fólk frá fiskiídnaðinum á landi. Men onkur annar er tó við. Eitt nú hitti Sosialurin Kjartan Kristiansen, stjóra á Menningarstovuni, á ráðstevnuni.

Hann metir hetta vera eitt sjáldsamt høvi hjá føroyskum matvørugranskarum at sleppa við inn um í vestureuropeiska matvørugransking.

Ikki tí at vit hava so nógvar granskarar, sigur Kjartan Kristiansen. Men teir, vit hava, eiga at fáa fyrimunir av slíkum ráðstevnum.

Hóast føroyingar ikki hava gjørt tað stóra burtur úr mati, so eru tað onnur sum gera tað.

Vit koyra alt í »stórapott« og kóka ein tíma ella so, og so kann alt etast. Men soleiðis er ikki aðrastaðni. Har eru fólk meira kræsin, sigur Kjartan Kristiansen. Og har verður mangan kelað fyri matinum. Tað verður kannað og gjørt við, og har kemur granskingin inn.

Kjartan Kristiansen harmast um, at granskingarstova okkara, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, er alt ov bundin av øðrum uppgávum, sum eitt nú eftirliti av ymsum slagi, til at hon kann virka sum ein verulig granskingarstova.

Men hann uggar seg við at tekin eru í sól og mána til broytingar á hesum øki.

Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni, er samdur við stjóranum á Føroya Fiskavirking í, at ein slík ráðstevna er eitt óført høvi at fáa nýggj sambond. Tað ger tað lættari at samstarva, tá ein kennir persónarnar, sigur hann. Og altjóða samband skal nokk fara at vísa seg at vera til nyttuna, tá tú knappliga ein dag stendur og skalt brúka eitthvørt. er torført at venda aftur.

Spurningurin er, hvønn stuðul Anfinn hevur í løgtinginum og í landsstýrinum og í fólkinum! Anfinn Kallsberg følir seg helst eitt sindur einsamallan.

-Hvat vil tú so mæla Anfinni til at gera?

-Hann skuldi valt eitt av teimum báðum alternativunum, sum eg havi nevnt, antin at útskriva nýval ella kanska heldur at sagt upp samgonguskjalið. Nú má ein onnur avtala gerast við fleiri flokkar. Og tú kanst ikki forhandla eitt sovorðið álvarsmál uppá pláss, uttan at tú hevur baklandið í góðum ordan, og tað hevur Anfinn tíverri ikki!!


Breið loysn

Birgir Danielsen vísir annars til orðini hjá Anfinni Kallsberg um eina breiða loysn. -Tað endurtók hann aftur og aftur, men helt so bráddliga uppat við at siga tað. Eg haldi, at hann nú eigur at taka tað uppaftur fyri at fáa eina breiða semju. Sjálvur haldi eg, at hevði hann havt eina breiða loysn og fingið formulerað nakað yvirfyri Nyrup, sum hevði eina breiða undirtøku í tinginum og fólkinum, so hevði tað fingið eina aðra móttøku, og ein sáttmáli hevði spurst burturúr.

Birgir Danielsen sigur seg tí vera vísan í, at tann fyrsti sáttmálin man kann fáa burtur úr er innan fyri Ríkisfelagsskapin og tað verður man noyddur til at taka við.

-Nú tú sum fólkafloksmaður tosar um eina loysn innan fyri Ríkisfelagsskapin kanst tú so ikki rokna við at blíva skýrdur sambands- ella javnaðarmaður av fullveldisfólki?

-Tað verður teirra sak. Men tað er einaferð soleiðis, at skal man røkka nøkrum málum, so er man noyddur til at velja eina loysn, sum er borðbar fyri báðar partar. Tú nært einki mál við bara at tvíhalda uppá títt, sum er órealistiskt fyri mótpartin. Hetta er galdandi í politikki, í forrætning, ja í allar mátar. Tú mást kunna finna eitt kompromi.

Birgir Danielsen heldur onga orsøk vera til at geva upp sjálvstýristankan fyri tað um fyrsta stigið víðari á sjálvstýrisleið skuldi verið innan fyri Ríkisfelagsskapin.

-Í loysnina skuldi verðið lagt eitt menningarelement, ein vilji til at samstarv, prioritering av umsitingini, miðjan ímóti einum sjálvberandi búskapi og ikki minst at laga seg eftir altjóða rákinum. Tá so nøkur ár eru liðin, hava vit ment hetta skilagott, og tá er kanska tíðin búgvin til at taka næsta stigið. Tað meti eg at vera fólkaflokspolitikk.

-Høgni Hoydal hevur tikið málið í egnar hendur og hevur lagt seg langt langt framman fyri Fólkaflokkin, og hevur so megnað at hála hann við sær út í nakað, sum full undirtøka als ikki er fyri í Fólkaflokkinum.

Birgir Danielsen sigur seg ikki tala fyri allan Fólkaflokkin men heldur seg tó kunna siga, at tað eru nógv í Fólkaflokkinum, sum bera ótta fyri tí útviklinginum, sum er hendur síðani flokkurin fór upp í samstarv við Tjóðveldisflokkin. Hann metir, at talan er um kanska eina helvt av flokkinum. Síðani eru tað eisini nøkur ?tjóðveldisfólk? innan Fólkaflokkin men tey heldur hann vera fá.


Val nærkast

-Reellla støðan er væl tann, at skjýtur tú hetta málið út nógv longur aftrat, so koma vit nærri og nærri einum vali. Og tess nærri tú kemur valinum, tess torførari verður tað at taka eina rationella støðu. Verður val, so koppar javnvágin. Tá fæst ikki hetta landsstýrið aftur. Og hvar eru vit so spyr hann!

- Tá hava vit einki fingið burtur úr, og tá koma javnaðarmenn og sambandsmenn, møguliga saman við Fólkaflokkinum til, og skal man tá til at byrja aftur av nýggjum.

-Hví fastheldur Tjóðveldisflokkurin um eina ætlan, sum hvørki ein meiriluti av føroyingum ella mótparturin kunnu taka undir við?

-Spyr teir, teirra krav til meiriluta er 50%. Har kann eg heldur ikki vera samdur. Tí við eina fólkaatkvøðu, so má man hava ein so dyggan meiriluta aftanfyri uppskotið, at arbeiðið kann halda á fram og verða liðugt gjørt í skiftistíðini, sum er ætlað til 4 valskeið.

Skuldi man so fingið eitt ómotiverað landsstýri, tvs. sambandsflokkin og javnaðarflokkin til at tikið yvir eftir eina fólkaatkvøða, hvar høvdu vit tá verið henni.

-Men er tað ikki løgmaður, sum í veruleikanum hevur buktina og báðar endar í øllum hesum máli?

-Tað skuldi man trúð. Hann kann bara siga við Høgna, at nú mugu vit antin semjast um at saðla um ella verður hann noyddur at saðla um.

Birgir Danielsen, sum sjálvur hevur verið nøkur ár í politikki, veit eisini, at alt hetta er eisini taktikkur. Tað ræður um ikki at missa andlit. Hann viðgongur tí eisini, at tað besta fyri Fólkaflokkin hevði verið, um Tjóðveldisflokkurin kom til ta niðurstøðu, at her var ikki meira at gera.

Heldur ikki tá talan er um at fáa ein triðja part uppí sum eygleiðari ella meklari er Birgir Danielsen samdur við landsstýrinum. -Tað eru ikki trupulleikar av hasum slagnum, sum ST tekur sær av. Vit hava í Føroyum ein livifót, sum liggur langt oman fyri tað, ið ST plagar at takast við. Og fyri ST vil hetta vera ein innanhýsis trupulleiki. Og spyr ST Danmark um málið, so er svarið givið og tí ikki meira at siga um tað.