Frá í dag, 29. september og til 2. oktober, skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri tiltaki, ið m.a. fevnir um fyrilestrar, framsýningar og opið hús er um vikuskiftið, har ein kann vitja innar, fáa prát við studentar, granskarar og starvsfólk.
Í kvøld verður lagt fyri við fyrilestrum klokkan 20:00, tá Malan Marnersdóttir, rektari, heldur fyrilestur, nevndur Skaldsøga, mál og tjóðarbygging.
Turið Sigurðardóttir røður um Bókmentasøguskriving. Fyrilestrarnir eru á Føroyamálsdeildini, har eisini framsýning av verkevnum er.
Hóskvøldið eru eisini fyrilestrar. Hans Pauli Joensen; Geislavirkni í Føroyum frá bumbuspreingingum og Tjernobyl-vanlukkuni. Arne Nørrevang; Er lívfrøði neyðug? og Magnus Danielsen røður um Kunningartøkni og fjarskifti.
Opið hús
Fríggjadagin frá klokkan 9:30 til 19:30 og leygardagin frá 14 til 18 er opið hús.
Høvi verður at hitta granskarar, studentar og starvsfólk.
Fríggjadagin klokkan10:00, 11:00, 14:00, 15:00, 17:00 og 18:00 greiðir deildarleiðarin á Náttúruvísindadeildini, Hans Pauli Joensen, stutt frá gransking og útbúgving.
Somu tíðir greiðir deildarleiðarin á Føroyamálsdeildini, Jógvan í Lon Jacobsen, frá virkseminum har.
Á søgu- og samfelagsdeildini verður greitt frá klokkan 10:00 og klokkan 18:00.
Leygardagurin hevur somu skrá. Tó verður bert greitt frá á Náttúruvísindadeildini og Føroyamálsdeildini klokkan 14:00 og klokkan 18:00.
Á Søgu- og Samfelagsdeildini er sama skrá, sum dagin fyri.
Granskingardagarnir hava til endamáls at kunna um tað, ið fer fram á Fróðskaparsetrinum, sigur rektarin, Malan Marnersdóttir.