Thomas Gravesen hevur nú spælt tríggjar dystir fyri nýggja felag sítt, Celtic í Skotlandi, og hann fær ikki bestu skoðsmálini fyri síni avrik. Í Champion League-dystinum ímót Manchester United í farnu viku misti Gravesen tvær ferðir bóltin, tá ið United skoraði.
- Tá ið Celtic keypti Gravesen varð sagt, at hann spældi ikki á rætta plássinum í Real Madrid. Tað veit eg nú ikki. Í Real Madrid sat hann mest á beinkinum, og sum hann spældi mikudagin, er tað eisini besta plássið hjá honum, skrivar viðmerkjarin Stephen McLaughlin í eini klummu í Daily Star um vikuskiftið.