Málið stavar frá eini mótmælisatsókn 4. september 2024, tá aktivistar úr rørsluni Studerende mod Besættelsen tóku seg inn í umsitingarbygningin hjá Keypmannahavnar Universiteti. Tey kravdu, at universitetið skuldi steðga samstarvinum við ísraelsk universitet.
Ákæruvaldið krevur, at tey seks verða dømd at rinda bót.
Greta Thunberg er harumframt ákærd fyri eitt annað húsfriðarbrot í Keypmannahavn, sum skal vera framt í mai 2025.
Málið kemur fyri í Københavns Byret mikudagin og hósdagin í komandi viku. Enn er ógreitt, um Greta Thunberg sjálv verður til staðar í rættinum.











