Í kvøld vísti tað seg, at 3-1 sigurin á heimavølli fríggjakvøldið var nóg dyggur hjá grikkum at tryggja sær rættin at luttaka í HM endaspælinum í Brasil næsta summar.
Í kvøld var úrslitið í Budapest 1-1. Heimaliðið hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, og so dúvaðu gestirnir upp á møguleikan at sleppa í skjót mótálop. Miðskeiðis í 1. Hálvleiki eydnaðist tað, tá ið Kostas Mitroglu økti um griksku leiðsluna, so hon varð 4-1.
Eftir steðgin spenti heimaliðið álopsbogan upp aftur meiri. Rumenarnir vórðu tó ongantíð orduliga vandamiklir. Men tað kom eitt sindur av spenningi í tíggju minuttir eftir steðgin, tá ið grikkarnir gjørdu heilt undarligt sjálvmál. Ein av verjuspælarunum spældi so at siga ein av liðfeløgunum Vasilios Torosidis leysan í egnum brotsteigi, og umvegis hann fór bólturin í netið.
Rumenarnir fegnaðust, men teir megnaðu ikki at leggja seg á odda. Úrslitið varð 1-1, og harvið hevur Grikkaland tryggjað sær atgongumerki og skal luttaka í HM endaspælinum.