Grimsby Town tapti fyrru uppflytingar-hálvfinaluna

Seinna hálvfinalan verður leikt á útivølli komandi fríggjakvøld

David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town fingu eitt minni gott útgangsstøðið til seinnu uppflytingar-hálvfinaluna móti Salford í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two.

 

Grimsby tapti í dag á heimavølli 1-2 fyri Salford. Grimsby fekk eina dreymabyrjan, tá Reece Staunton legði teir á odda í fyrsta minutti. Men bert tríggjar minuttir seinni javnaði Salford, og stutt undan steðginum skoraði útiliðið sigursmálið.

 

Geza fær góð ummæli fyri avrik sítt í dag. Bæði Sofascore og Soccerstand geva Geza karakterin 7,1 (av 10 møguligum).

 

Seinna uppflytingar-hálvfinalan verður leikt í Salford komandi fríggjakvøld klokkan 19.15. Samlaði vinnarin sleppur at spæla uppflytingarfinalu á legendariska Wembley-leikvøllinum í norðara partinum av London.