Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Strømsgodset á útivølli vunnu 3-0 á Åsane í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Støðan var 0-0, tá Mattias í 66. minutti mátti av vøllinum, og ungi málverjin, Simo Lampinen-Skaug mátti verja málið restina av dystinum.
Innanfyri sjey minuttir millum 79. og 86. minutt skoraðu Fredrik Ardraa, Elias Hoff Melkersen og Sebastian Pingel tey trý málini, ið tryggjaðu Strømsgodset sigurin.
Strømsgodset er triðfremst í deildini við 13 stigum fyri seks dystir. Teir eru bert eitt stig frá oddaliðnum, Kongsvinger sum hevur 14 stig.
Gullbrandur í Horni Øregaard var liðskipari, og Olaf Bárðarson fekk ikki spælitíð, tá lið teirra, Sandnes ULF á heimavølli tapti 0-1 fyri Stabæk, ið skoraði sigursmálið longu í sætta minutti.
Sandnes ULF er nummar 12 í deildini við fýra stigum.
Komandi leygardag klokkan 15 hevur Strømsgodset dyst á heimavølli móti gamla liðnum hjá Áka D. Samuelsen, Ranheim. Sama dag klokkan 17 hevur Sandnes ULF dyst á heimavølli móti Egersund.












