Mvg-frítøka fyri diesel og bensin er tað sum munar mest

Eisini er tað ein fyrimunur við hesi loysnini, at hon krevur lítla umsiting siga samgonguumboðini í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum

Undir viðgerðini hjá Fíggjarnevndini av uppskotinum hjá landsstýrinum at taka mvg av bensin og diesel í tríggjar mánaðir hevur nevndin havt fund við Føroya Nattúru- og Umhvørvisfelag, Felagið fyri Súkklarar og aðra Ábæra Ferðslu, Havnar Arbeiðarafelag, Landsfelag Pensjonista, Bilasølufelagið, Effo og Magn, Búskaparráðið og landsstýrismannin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, saman við TAKS.

Sum vit skrivaðu her á siðuni fyrr í dag, so hevur nevndin býtt seg í meiriluta og minniluta, sum eru samgonga og andstøða.

Meirilutin, um er Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Bill Justinussen, Bjarni Hammer og Eyðgunn Samuelsen tekur hinvegin undir við uppskotinum.

– Nógv hækkaðu oljuprísirnir hava hesa seinastu tíðina verið ein tung fíggjarlig byrða hjá nógvum húsarhaldum. Undir samgongusamráðingunum, sum vóru fyri fáum vikum síðani, var semja millum samgonguflokkarnar um, at ein lætti skuldi gevast fyribils í sambandi við hetta, vísa tey á í áltinum. 

Í samgonguskjalinum er tí skrivað henda orðingin: 

 

“Fyribilstiltøk verða sett í verk fyri at lætta um hjá fólki, nú oljuprísirnir eru hækkaðir munandi.”

 

Meirilutin vísir á, at landsstýrið hevur kannað fleiri møguleikar fyri at veita lætta, og er komið eftir, at mvg-frítøka fyri diesel og bensin er tað sum munar mest, tá talan er um oljurokningina hjá privatfólki. Eisini er tað ein fyrimunur við hesi loysnini, at hon krevur lítla umsiting.

– Fleiri hava spurt, hví lætti ikki heldur verður givin fyri brenniolju. Til tað er at siga, at av tí at skipanin bara skal galda til og við 31. juli 2026, er stórur møguleiki fyri, at nógv hava fylt tangan áðrenn lógin kemur í gildi, og hesi fáa tí ongan ágóða av lógarbroytingini. Hinvegin eiga tey flestu, sum hava hús og oljutanga, eisini bil. Tað merkir, at teirra húsarhald umvegis tíðaravmarkaðu mvgfrítøkuna av bensini og diesel fær sín lut í lættanum, siga tey.

Tey vísia eisini á, at landskassin hevur fingið nógv meira inn í meirvirðisgjaldi higartil í ár enn somu mánaðir í fjør, og tað kunnu vera ymiskar orsøkir til tað. 

– Bara tað at oljuprísurin er hækkaður hevur havt við sær, at  ólk hava verið noydd at rinda nógv meira meirvirðisgjald fyri oljuna, enn tey annars høvdu gjørt.

Hinvegin kann ikki síggjast burtur frá, at tá meira verður rindað fyri oljuna, so er minni eftir at brúka til aðrar vørur og tænastur, og tað ger at meirvirðisgjaldið fyri tær vørurnar og tænasturnar verður lutfalsliga minni, siga tey.

– Tað at bensin og diesel nú verða mvg-frí í eina tíð kann hava við sær, at landskassin fer at fáa aðrar mvg-inntøkur, um fólk fara at keypa aðrar vørur og tænastur fyri tað, sum tey annars skuldu brúkt til brennievni.

Ein vansi við uppskotinum, sum fleiri hava víst á, er, skriva samgonguumboðini í álitinum, at útlendingar sum keypa bensin ella diesel meðan tey eru í Føroyum, fara at fáa ein part av lættanum.

– Tað er rætt, men sambært upplýsingum sum Fíggjarnevndin hevur fingið, verður mett, at leigubilar brúka minni enn 10 prosent av samlaðu bensin- og dieselnýtsluni í Føroyum. Eisini onnur lond hava lækkað ella avtikið gjøld á bensin og diesel, so føroyingar sum ferðast til tey londini fáa part av teirra lættum, siga tey.

Sambært uppskotinum skal skipanin fara úr gildi aftur tann 31. juli 2026. Talan er sostatt ikki um eina varandi loysn, men einans um eitt átak, sum fyribils skal lætta um hjá fólki. 

– Um hugt verður longur fram í tíðina, so er hetta ein áminning um, at meira ferð má setast á grøna orkuskiftið, tí eingin ivi er um, at skiftandi oljuprísir fara at verða ein afturvendandi avbjóðing, sum vit mugu brynja okkum til.

– Mett verður, at uppskotið fer at hava við sær, at ein tangi av bensini ella dieseli fer at kosta umleið 100 krónur minni enn hann annars hevði gjørt, skriva samgonguumboðini í áltinum.

Málið kemur til 2. viðgerð í Løgtinginum á tingfundinum týsdagin klokkan 13.