Í samráð við grindaformenn, so verður grindin rikin á Fuglafjørð, tí tað passar best við rákinum. Grindin verður mett til 60 og 70 hval.
Vaktleiðarin hjá løgregluni sigur, at tey hava fingið aðra grind eisini í Djúpunum, men tað verður í hesum føri mett sum sama grind, sum altso verður rikin á Fuglafjørð.
Í hesum sambandi eru hesi boð frá sýslumanninum fyri Eysturoyar Sýslu um grindaøkið:
»Tað er boðað frá grind í Djúpunum, og sýslumaðurin ger greitt, at allir óviðkomandi bátar, skip, flogfør, tyrlur, dronur og persónar, skulu halda seg í minsta lagi ein fjórðing frá grindini«.