GrønlandsBANKEN hevði eitt úrslit áðrenn skatt á 97,4 milliónir krónur fyrra hálvár í 2026.
Sama tíðarskeið í fjør var úrslitið 84,4 milliónir krónur. Framgongdin er sostatt 13 milliónir krónur – ella góð 15 prosent.
Úrslitið áðrenn kursjavningar og niðurskrivingar var 95,5 milliónir krónur samanborið við 94,7 milliónir krónur í fjør.
Bankin sigur, at úrslitið er betri enn væntað við ársbyrjan. Bæði rentuinntøkurnar og kostnaðargongdin hava verið betri enn mett.
Útlánini eru vaksin 115 milliónir krónur síðan árslok 2025 og vóru 5,037 milliardir krónur við hálvárslok. Veðhaldini vuksu samstundis seks milliónir krónur upp í 1,282 milliardir.
Nettoinntøkurnar av rentum og gjøldum vóru 218,8 milliónir krónur. Tað er ein lækking á 0,9 milliónir samanborið við fyrra hálvár í fjør.
Samlaðu útreiðslurnar við avskrivingum minkaðu úr 128,4 niður í 126,2 milliónir krónur. Orsøkin er millum annað lægri menningarútreiðslur til BEC Financial Technologies.
Niðurskrivingarnar av útlánum og veðhaldum vóru 3,9 milliónir krónur. Sama tíðarskeið í fjør vóru tær 14,5 milliónir.
GrønlandsBANKEN væntar framvegis eitt úrslit áðrenn skatt millum 195 og 220 milliónir krónur fyri alt 2026. Bankin hækkaði væntanirnar í juli úr 180–205 milliónum krónum.










