Guðmundur fer eftir Iron Man

Hóast Guðmundur Joensen hevur starv sum varaleiðari og er familjumaður við tveimum smáum børnum, so hevur hann stundir at venja svimjing, súkkling og renning upp til 20 tímar um vikuna. – Tað krevur eitt familjutoymi, og tað havi eg 100%, sigur 28 ára gamli hoyvíkingurin, sum hevur fingið stak góð úrslit í hálvum Iron Man og ætlar sær at hálsa um til Iron Man næsta ár

– Eg eri ein heilt ófatuliga vánaligur liðspælari, sigur 28 ára gamli fam­ilju­maðurin Guðmundur Joensen, sum í ungum árum hevur tveitt bæði fótbólt og kappróður frá sær, tí hann metti seg vera betur egnaðan til einstaklingaítrótt. Og tað er hann. Tað siga úrslitini, og tað kunnu tað ikki vera tvær meiningar um. Hann hevur víst seg sum ein av bestu svimjarum, súkklarum og rennarum í landinum og so var tað gaman í at velja triathlon, sum jú er ein samanflætting av júst hesum trim­um ítróttargreinunum.
Í triathlon gongur tað eisini sera væl. Fyri tveimum vikum síðani gjørdist hann nummar fimm út av heili 457 luttakarum í Lisboa Inter­national Triathlon.
Tað krevur hart arbeiði, sera hart arbeiði. Hann byrjar javnan at venja longu kl.6 á morgni og ven­ur beinhart upp til 20 tímar um vik­una, somuleiðis sum svøvnur, kostur og annað bara og blekta er lagt eftir valinum av einum lívi sum triathlon-íðkari.

Svimjingin var hansara
Guðmundur Joensen er føddur í einari familju, sum hevur svimjing rundan um seg. Beiggi hansara, Kristian Martin Joensen, er venjari í Havnar Svimjifelag, og er hann nú eisini persónligi venjari hjá Guðmundi í strembanini eftir at røkka tindunum í triathlon.
Guðmundur kastaði seg út í svimjihylin longu sum fimm ára gam­al. Í hesum sama aldri gjørdist hann ynsgsti luttakarin, sum hevur svomið eina FM-kapping uttan at verða diskaður. Longu tá svam hann meistarliga í 50m-bringusvimjing.
– Eg svam frá tí eg var fimm ára gamal til eg var 16. Eg gavst við svimjing eftir eitt UM í Suðuroy, har eg vann 13 út av 16 møguligum gullmerkjum. Um tað hevði verið meiri avbjóðandi, so hevði uttan iva hildið á longri, men eg var troytt­ur av svimjing. Sum árini gingu stóð menningin hjá mær meiri og meiri í stað, og eg nýttist ikki at gera so nógv fyri at vinna, sig­ur Guðmundur um skilnaðin við svimjing­ina og vísir á, at tað tá ikki vóru gularøtur sum at sleppa at svimja uttanfyri landoddarnar.

Ikki kíndur
Tað, at Guðmundur er eitt kapp­ingar­menniskja, er eyðsæð, og tað er heldur ikki løgið. Hann varð tveitt­ur fyri leyvurnar longu í ung­um árum og hevur síðani havt góða tíð at hugsa seg um, hví hann hevur hesi evnini, sum hann hevur í dag.
– Tá ið eg var níggju ára gam­al fekk eg eina avbjóðing frá mammu míni og abba mínum. Eg fór við teimum til Skottlands, har eg súkklaði millum 50 og 70 kilo­metrar hvønn einasta dag í 10 dagar. Tað heila hevur nakað við upp­vøkstur at gera. Foreldrini hava verið góð við meg, men eg bleiv ikki kíndur um kjálkarnar. Um tað vóru onkrir trupulleikar í skúlanum, so tosaði eg við tey um tað, men tað mátti eg altso orna sjálvur. Eg bleiv upp­bygdur til at halda til tað ymiska, og eg eri meiri og meiri vísir í, at tað kemur haðani, sigur Guðmundur um rótina til evnini, hann hevur grógvið.
Hann stúrir fyri, at tað omanfyri skrivaða kann misskiljast, men tað skal tað altso ikki.
– Hetta er eitt stórt rós til mammu mína og abba mín. Eg havi altíð havt eitt trygt heim, staðfestir hann.

Sjálvsálit og dirvi
At grava djúpt úr egnum lumma, seta seg í eitt flogfar mótvegis ein­um stórum høvuðsstaði í Evropa fyri at kýta kroppin til tað avgjørda markið og kappast ímóti alheims triathletum – ja, tað krevur dirvi og trúgv upp á egin evni. Sum vit sita og drekka kaffi afturvið ein­um hugnaligum práti er tað eisini nakað undirritaði skjótt gerst var­ugur við, at hann hevur. Sjálv­treysti, sum situr uttan á væl vanda kropp­inum.
– Sum ungur var eg ein góð­ur svimjari og tær flestu kapp­ingar­nar. Eg var ímillum teir bestu í konga­ríkinum í mínum aldursbólki og tað var ikki áhugavert fyri meg longur. Eg føldi tó, at eg ikki hevði rundað mína yrkisleið av; eins og mín hill ikki var ruddað, sigur Guðmundur, sum stutt undan fráferðini til Lissabon hevði sett føroyskt met í 13km-súkkluteininum, sum nógvir føroyskir súkklarar hava roynt at gjørt seg galdandi á og kastað nógv­ar sveittadropar av sær fyri at temja einum 11 ára gomlum meti hjá Jóhann Brend.
Tað gjørdi Guðmundur Joensen í stórum stíli og kvetti heili 24 sekund av gamla metinum.
Hevur tú so ongar veikleikar? Renningin, kanska?
– Eg bleiv føroyameistari í hálv­um marathon fyri tveimum árum síðani, so eg veit ikki. Renningin er nú tað, sum eg havi gjørt minst við, men eg eri rímiliga komplettur, um eg sjálvur skal siga tað, og tað er ein drúgv arbeiðstíð at fáa allar prikkarnar at hanga saman, sigur hann.

Slag á nevið
Javnan seta vit okkum sjálvi spurn­ingin, hví nakar velur at íðka nakrar so ekstremar ítróttir sum marathon og ironman. Henda spurningin seta vit Guðmundi.
– Persónliga dámar mær ógvu­liga væl at bjóða mær sjálvum av. Tað er ein avbjóðing at berja seg upp har tað er stuttligt, og tað er ein avbjóðing at koma út um land­oddarnar. Eg eri ekstremur í øllum, men við hesum vil eg vita hvussu nógv eg kann pressa sitrónina, sig­ur Guðmundur.
Tað var ein heldur merkisverd støða, ið fekk hann at taka av­gerð­ina um at fult og fast dúva upp á triathlon.
– Fyrstu ferð eg var til eina súkklukapping fekk eitt hamrandi slag á nevið, og hetta fekk meg til at vilja at prógva nakað. Tað var til eina kapping í juni 2007, har vit súkklaðu ein tein tvær ferðir runt um Oyggjarvegin. Eg tapti fyri Gunnari (Dahl Olsen, red.) við meiri enn 20 minuttum. Tað fram­provokeraði meg at taka dystin upp og eg byrjaði at venja í januar 2008. Sama teinin árið eftir vann eg hann við umleið 10 minuttum, sigur Guðmundur.

Eitt familjutoymi
Nú tá ið Guðmundur hevur fast starv og familju at taka sær av, um­framt at hann venur heilar 20 tímar um vikuna, kundi ein ímyndað sær, at tað var trupult at fáa alt at røkka. Men hann tekur tað púra róliga, tí hann hevur eitt trúfast lendi at stuðla sær.
– Fyrst og fremst krevur henda ítróttargreinin, at tú hevur ótrúliga disciplin og nógva tíð. Ein skal av álvara vilja tað. Tað krevur sunnan kost, at eg fari tíðliga í song og alt, ið har til hoyrir. Í mínum føri krevur tað serliga nógv av damuni og ommum og abbum at ansa eftir børnunum. Tað krevur eitt familjutoymi, og tað havi eg 100%, sigur Guðmundur fegin.
– Tað, at ætlanin fyriliggur og tey vita, nær eg venji, ger, at tað ikki er ein trupulleiki. Tað, at eg venji nógv um morgunin, hjálpir, og vikuskiftini havi eg so saman við teimum. Hetta er ein sunnur lívs­stílur at vísa sínum børnum, hóast tað er ein ekstremur ítróttur, sigur Guðmundur.
Hann peikar á, at tað er um­ráð­andi at vera heppin og hava genini til henda ítróttin og at tað skapar eitt gott kropsligt útgangsstøði.

Ætlar sær Iron Man
Kappingin í Lissabon var ársins fyrsta triathlon-kapping fyri hans­ara viðkomandi, og er tað eisini ný­liga, at hann er vendur aftur til at venja triathlon. Eitt hálvt ár undan Oyggjaleikunum í fjør vandi hann nevniliga bara súkkling, tí at súkklu­landsliðið vildi hava hann við til Isle of Wight. Hetta játtaði hann og metir seg hava ment seg nógv sum súkklara, nú hann aftur er farin at venja triathlon.
Triathlon er eitt hálvt Iron Man, men eftir at Guðmundur hevur verið á Oyggjaleikunum á Bermuda næsta ár, har runnin verður ein styttri teinur nevndur OL-teinurin, ætlar hann sær at venja miðvíst ímóti Iron Man.
Sjálvur metir Guðmundur, at hann er væl fyri í mun til at gera seg galdandi í Iron Man.
– Nú tilpassi eg meg eftir hálvt Iron Man, men í súkkling og svimj­ing føli eg, at eg væl kundi koyrt á longri. Avbjóðingin er at orka tað mentalt, og tað føli eg avgjørt, at eg geri. Í sjálvari kappingini er størsta avbjóðingin renningin. Tað, at runda av við einum marathon, sig­ur Guðmundur.

Stuðlar hjálpa
Guðmundur Joensen hevur ikki hug at fílast á umstøðurnar fyri triathlon í Føroyum, hóast myrki veturin við hálku og øðrum forðar honum í at súkkla. Tá súkklar hann heima við hús.
Tað er lítil vinningur í triathlon, og tískil eru stuðlar kærkomnir.
– Í síðsta enda, um tað gongur væl, kanst tú vinna uppá hetta. Men hetta er ikki ein peningamaskina á nakran hátt Hetta gert tú tí at tú brennur fyri tí og elskar tað. Tað er tað, sum drívir og er gleðin við ítróttinum og menningini aftanfyri. Tað er ein dýr ítróttargrein, súkklur o.a. kostar nógv. Stuðulin, ein fær her heimanífrá og frá møguligum øðrum stuðlum, fær ítróttin at mala runt, sigur Guðmundur.
– Tað hevur verið at trupult at finna stuðlar. Teir hava ikki havt eyguni opin fyri hesum, men við tað at støðið og úrslitini er betrað, so er áhugin hækkaður og tað sæst aftur. Teir eru við at leggja lunnar undir ítróttini, fegnast Guðmundur, sum nú saman við persónliga venjara sínum, Kristian Martini Joensen, fyrireikar seg til Oyggjaleikirnar á Bermuda komandi summar.