Guðmundur, Páll og Símun tippaðu rætt

(EM 2016) Rás2 og in.fo fingu fimm heilar og hálvar íslendingar at tippa úrslitið Ísland-Portugal. Tríggir tippaðu rætt úrslit

Seinastu dagarnar hava Rás2 og in.fo gjørt samrøður við tveir íslendingar, sum búgva í Føroyum, Páll Guðlaugsson og Guðmund Guðmundsson (myndin), og núverandi og fyrrverandi landsliðsleikararnar, Símun Samuelsen, Gunnar Nielsen og Jónas Tór Næs, sum allir hava íslendska mammu.

 

Í endanum av hvørjari samrøðu hava vit heitt á menn at tippa, og heilir tríggir tippaðu rætta úrslitið. Guðmundur Guðmundsson, Símun Samuelsen og Páll Guðlaugsson tippaðu allir javnleik 1-1, og Páll Guðlaugsson undirstrikaði enntá, tá hann tippaði, at Cristiano Ronaldo fór ikki at skora ímóti Íslandi, og tað fekk hann eisini rætt í. 

 

Gunnar Nielsen og Jónas Tór Næs vóru enn meiri bjartskygdir, tá teir tippaðu úrslitið av dystinum Ísland-Portugal. Gunnar Nielsen tippaði ein 2-1 sigur til Ísland, og Jónas Tór Næs tippaði ein 1-0 sigur til Ísland.

 

Ísland spælir ímóti Ungarn leygardagin klokkan 17. Rúrik Gíslason, sum var viðmerkjari hjá íslendska kringvarpinum metir dystin at verða 50-50 nú Ungarn hevur sigrað á Eysturríki.