Við Sýrublað flytur Guðrið seg listarliga og letur upp fyri einum nýggjum ljóðheimi, har tað ráa og tað mjúka ganga hond í hond. Tónleikurin hevur sínar røtur í fólkapoppi, men leitar sær samstundis í fleiri ymiskar ættir og gevur rúm fyri bæði nærveru, ráleika og smálutum.
Tekstirnir á útgávuni eru skrivaðir av Beini Bergssyni og bera eitt samtíðarligt og poetiskt eyðkenni, har spenningurin millum menniskja og umhvørvi, órógv og frið, fær pláss. Hetta gevur útgávuni eina kensluliga tyngd, sum bæði er opin og tætt í senn.
Guðrið Hansdóttir hevur í nógv ár verið ein sterk rødd á føroyska tónleikapallinum og hevur støðugt ment sítt listarliga úttrykk. Við hvørjari útgávu hevur hon flutt seg, og Sýrublað er enn eitt stig á leiðini.
Í Listastovuni fær nýggja tilfarið ein serligan karm. Tað tætta og intima rúmið ger, at tónleikurin sleppur at standa berur, og at sambandið millum tónleikarar og áhoyrarar verður tætt. Tað er júst á slíkum pallum, at smálutirnir og nærveran fáa veruligt pláss.
Á pallinum hevur Guðrið Hansdóttir við sær eitt sterkt lið av tónleikarum:
Guðrið Hansdóttir: sang, guitar, blokkfloyta
Høgni Lisberg: trummur, kór
Benjamin Petersen: guitar
Vinjar Egilsnes Petersen: ljómborð, klaver
Árni Johannesarson: bass
Marianna Winter Nagata: kór
Konsertin er stuðlað av Økistónum.










