Hetta var eitt gott kappingarár hjá Gullbrandi í Horni Øregaard og liðfeløgum hansara í Sandnes ULF.
Aftaná eina eitt sindur haltandi byrjan upp á kappingarárið í triðbestu norsku fótbóltsdeildini fótaði Sandnes sær, og vann sær uppflyting til næstbestu deildina í stórum stíli. Teir taptu tó seinasta dystin, men vóru óannsæð seks stig frammanfyri næstfremsta liðið, Brattvåg.
Hjá Gullbrandi gjørdist eisini talan um eitt minniligt kappingarár, har hann spældi 23 av teimum 26 kappingardystunum hjá Sandnes í triðbestu deildini. Í teimum allarflestu dystunum var Gullbrandur liðskipari, og hann fekk aloftast fulla spælitíð í hesum dystunum.
Í hesum 23 dystunum skoraði Gullbrandur fýra mál, og hann fekk eisini fýra gul kort.
Uppflytingin til næstbestu deildina fer eisini at økja um møguleikarnar hjá 23 ára gamla miðvallaranum at vera úttikin til landsliðið.
Gullbrandur fekk tó ein landsdyst í beinini 5. juni, tá Føroyar í venjingardysti í Georgia taptu 0-1.
Høvuðsvenjarin hjá Sandnes ULF, ið valdi sær Gullbrand sum liðskipara, 40 ára gamli Arturo Cleveland hevur longt sáttmálan við Sandnes ULF til 31. desember í 2027.











