Gullið liggur á silvurfati

Oddbjørn Joensen krevur av sínum monnum, at teir longu nú staðfesta FM heitið, sum tað kann vísa seg er innanborða, hóast HB einki stig fær aftrat

Spádómurin í summar um, at HB fór at vinna FM í seinasta lagi á mikkjalsmessu helt ikki. Men tað var ikki so langt við síðuna av. Formliga hevur HB ikki vunnið 22. FM heitið, men tað er sannlíkt, at stigatalið er rokkið, sum skal til at verða meistari.
Merkisvert er tað, at ÍF í øllum trimum umførunum, sum eru eftir at spæla, eigur heimavøll. Tí er tað ikki heilt óhugsandi, at tað ber til at vinna fulla úrtøku ímóti HB, NSÍ og B36. Hjá HB ræður um at vinna eitt stig aftrat, og stendur tað til HB venjaran, Oddbjørn Joensen, so verður tað avgjørt nú sunnudagin, at HB verður meistari.
– Tað skal eingin ivast í, at vit fara norður til Fuglafirðar fyri at vinna øll stigini. Tað gera vit hvørja ferð, og hví skulu vit so ikki gera tað hesa ferð. Ímóti 07Vestur vóru tað ikki so nógvir áskoðarar í Gundadali. Vit vóna, at fleiri koma við okkum norður til Fuglafirðar at síggja okkum tryggja okkum FM heitið, tí tað ætla vit okkum longu nú, sigur HB venjarin.
Ikki so sjáldan hevur verið tosað um, at HB ikki hevur ein rættuligan boksspælara, sum skorar eina rúgvu av málum. Tí er tað merkisvert, at FM favo­rittarnir hava skorað 64 mál, og at tað tískil ikki er so langt fram til málmetið. Síðani dystartalið í 2005 varð hækkað til 27, er málmetið 66. Í 2005 og 2011 var B36 meist­ari. Bæði hesi árini skoraðu silvurvinnararnir 66 mál. Í 2005 var tað HB, sum skoraði 66 mál, og í 2011 var tað EB/Streymur, sum skoraði 66 mál.
– Stóra málið er at vinna FM, men tað hevði sjálvandi verið hugaligt, um vit megn­aðu at taka málmetið, og ván­ir­nar áttu at verið fyri tí. Umframt ÍF í Fuglafirði, so eiga vit TB í Gundadali og NSÍ í Runavík. Vit hava stóra virðing fyri øllum mót­støðu­liðum, men miðal máltalið hjá okkum higartil í ár er grundarlag at rokna við, at vit í trimum teimum seinastu umførunum megna at skora í hvussu so er trý mál, heldur HB venjarin.

Fleiri um boðið
Tríggir HB spælarar hava ver­ið langtíðar skaddir. Símun Samuelsen og Jógvan Rói Davidsen spæla ikki aftur í ár. Miðverjin Gunnar Haraldsen hevur verið plág­aður av skaða í hælinum, men nú er hann um at vera før­ur fyri at spæla aftur.
Síðstu vikurnar hava fleiri blaðungir roynt seg. 16 ára gomlu Heri H. Mohr og Bartal Wardum hava verið á vøll­inum fyrr í heyst, og sunnu­dagin royndi Hilmar Leon Jakobsen seg fyri fyrstu ferð, og hann skoraði.

ÍF verjir silvur­krónurnar
Sunnudagin tapti ÍF 2-1 í Sarpu­gerði, og harvið mistu fugl­firðingar ivaleyst FM møgu­leikan. Tað eru átta stig og verri málmunur fram til HB, og tað eru fýra stig og sami málmunur aftur til NSÍ.
Tí er setningurin hjá fugl­firðingum fyrst og fremst at verja næstfremsta plássið. Tá ið ÍF í fjórða umfari hevði vitjan av HB, fóru havnar­menn til hús við 2-0 sigri, og 16. juni var úrslitið í Gunda­dali málleysur javnleikur.
Eftir reyða kortið í Gøtu er miðverjin Bartal Eliasen leikbannaður. Miðverjin Høgni Zachariassen, vong­verjin Jan Ó. Ellingsgaard og miðvallarin Ari ÓI. Ellings­gaard vóru leik­bann­aðir í Gøtu.