Gunnar og liðfelagarnir fingu aftur fult

Sigurin hjá FH ímóti Akranesi kom ímóti dystarenda í dag

 

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH eru komnir væl frá byrjan í kappingini í pepsideildini í Íslandi. Aftaná tvey umfør hevur FH framvegis fult stigatal, seks stig.

 

Í dag tók FH ímóti gamla felagnum hjá Una Arge, Akranesi á Kaplakrika leikvøllinum í Hafnarfirði. Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH í dag, og hann hevði onkra góða bjarging. Tó sá Gunnar Nielsen ikki gott út í støðuni, tá Akranes javnaði til 1-1 í 82. minutti, tá hann misti bóltin úr hondum, og Jón Vilhelm Ákason slapp at skora fyri Akranes. Tíbetur gjørdist hetta ikki so dýrt, tí fimm minuttir seinni var FH aftur á sigurskós, tá Atli Viðar Björnsson skoraði fyri FH, aftaná at hava verið á vøllinum í bara tveir minuttir. Bjarni Þór Viðarsson skoraði fyrra málið hjá FH í 41. minutti.

 

FH, Fjølnir, Stjarnan og Ólafsvík hava øll seks stig aftaná tvey umfør. Hóskvøldið spælir FH ímóti gamla stórfelagnum, KR á útivølli.