Motherwell við føroyska landsliðsmálverjanum Gunnari Nielsen í mál, spælir í dag móti skotsku meistarunum úr Celtic. Dysturin endaði við javnleiki 3-3. Gunnar Nielsen spældi væl og stórbjargaði brotssparki og átti ikki lut í málunum hjá Celtic.
Motherwell kom á odda tíðliga í dystinum, tá John Sutton, beiggi meiri navnframa Chris Sutton, legði heimaliðið á odda 1-0.
Stutt seinni fekk Celtic brotsspark. Kris Commons, sum hevur skorað øll níggju brotsspørkini higartil í ár, varð settur at skjóta. Men Gunnar Nielsen stórbjargaði, tá hann tveitti seg til sína vinstru og fekk hondina á harða skotið.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Gunnar bjargar brotssparki fyri Motherwell. Tað var í Europa League móti russiska Kuban.
Beint fyri hálvleik kom Motherwell upp á 2-0, tá Zane Francis-Angol tætt undir mál fekk prikað bóltin í mál. Tað gingu tó bara minuttir, so var 2-1, tá Anthony Stokes, at síggja til ikki við vilja, legði bóltin upp í málhornið, tá hann helst royndi at leggja innfyri.
Celtic á odda
Í seinna hálvleiki var Celtic greitt omaná og vendi eisini dystinum til 3-2. Fyrst skoraði Georgios Samaras, tá hann setti fótin á skot tætt undir málinum. Løtu seinni legði innksifti Leigh Griffiths Celtic á odda 3-2.
Nú sá alt gott út fyri meistaraliðið, men í yvirtíðini javnaði John Sutton í móti álopi. Eitt úrslit, sum Motherwell væl kann brúka í stríðnum um annað plássið í skotsku Premier League
Motherwell er á einum deildum øðrum plássi saman við Aberdeen.