Valið nærkast og valevnini til komandi løgtingsval gerast bara fleiri í tali. Í gjár kom fram, at Bárður Nielsen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, stillar upp fyri Sambandsflokkin til komandi løgtingsval. Hetta boðaði Sambandsflokkurin frá eftir at tað í gjár kom fram, at Tjóðveldi hevur Hermann Oskarsson á sínum valevnislista.
Dimmalætting visti í gjár at siga, at eitt kent navn aftrat stillar upp fyri Tjóðveldi. Talan er um Gunvør Balle, fyrrverandi sendikvinnu í Íslandi, sum nú ætlar sær at royna seg á politiska pallinum umboðandi Tjóðveldi.
Týskvøldið hevði Suðuroyarstreymoyar Tjóðveldisfelag 2. uppstillingarfund. Hesin varð niðurlagdur fyri so at verða tikin uppaftur fyrst í næstu viku ella aðru viku aftur, upplýsti Carl Johan Jensen fyri Rás2 í gjár. Hetta tí, at listin var ikki endaliga komin upp á pláss og tað skal hann vera, áðrenn triðja og seinasta uppstillingarfundin.