ST-aðalskrivarin, António Guterres, er ógvuliga órógvaður um støðuna, nú bardagarnir millum Hamas og Ísrael eru brostnir á aftur.
Tað sigur eitt talsfólk hjá aðalskrivaranum í dag sambært tíðindastovuni, Reuters.
- ST heitir á ísraelsku herdeildirnar um ikki at taka stig, sum gera humaniteru støðuna í Gaza verri, tí støðan her er longu katastrofal.
Sambært talsfólkinum, sigur António Guterres, at eingi støð í Gaza eru trygg, og at fólk uppihalda sær í økjum, har lítið er at liva av.