Ógvusligur uppgangur í Tjørnuvík

Brimið brýtur niðan millum húsini í Tjørnuvík, og tvær garaguhurðar og tvær kjallarahurðar eru skolaðar inn. Ógvusligur rennisjógvur er, har tað brýtur uttan steðg Fólk í bygdini arbeiða undir hátrýsti fyri at byrgja upp fyri, og fólk, ið vit hava tosað við, greiða frá at slíkur uppgangur ikki hevur verið sæddur í Tjørnuvík í eitt mannsminni.

- Eg havi ikki sæð slíkt í mínari tíð. Tað er ógvusligur rennisjógvur, har tað brýtur alla tíðina. Tvær garaguhurðar og tvær kjalarahurðar eru skolaðar inn, og ein lastbilur í eini garaguni hevur flutt seg rættiliga nógv, ja hann hevur mestsum flotið, sigur Eyðbjørn Magnussen, ið er miðskeiðis í fimmtiárunum til aldurs.

- Her sær forferdiligt út, vit royna at byrgja uppfyri, her tað er brotið inn í ein kjallara, og her er alt í sorli, sigur Hans E. Heinesen, ið er staddur í Tjørnuvík.

Sum skilst er ikki koyrandi til bygdina í løtuni, og tískil er ikki gjørligt at fáa hjálp aðrastaðni frá í løtuni.