Oddali_i_ HB hevur veri_ í einum lítlum aldudali eftir ósigurin í steypafinaluni móti NSÍ og sí_ani tapi_ í Klaksvík fyri viku sí_ani. Tó hava teir enn eina tvey stigs lei_slu eftir eina framúr fyrru hálvu, og fyri HB er sera umrá_andi, at li_i_ ikki ste_gar upp.
Tískil er dysturin móti grannunum úr B36 sera t_dningarmikil, tí umframt at ein grannauppger_ í sær sjálvum altí_ er naka_ fyri seg, kann HB vi_ einum tapi missa oddasessin til NSÍ og samstundis lova B36 inn aftur í kappingina um FM heiti_.
Fyri B36 er dysturin somulei_is av alstórum t_dningi. Greipuvinnararnir frá í fjør eru seks stig aftanfyri oddali_i_ og grannarnar úr HB, og um li_i_ skal gera seg galdandi í strí_num um gullkrónurnar, er bert ein sigur nóg gott. Um hetta eydnast fyri B36, er li_i_ veruliga vi_ aftur í oddinum, me_an eitt tap móti HB ? og harvi_ eitt lop uppá 9 stig ? ver_ur væntandi ov tungt at hála innaftur.
Li_skiparin úti og ivasamir lyklaleikarar
Fyri HB er li_skiparin Rúni Nolsøe leikbanna_ur eftir tr_ gul kort í landskappingini. Rúni hevur í ár eins og undanfarin ár veri_ ein lyklaleikari á HB li_num, og eingin ivi er um, at saknur ver_ur í li_skiparanum á HB li_num sunnudagin. Umframt Rúna Nolsøe ver_a eykaleikararnir Pætur Dahl og Ey_un Samuelsen heldur ikki í HB hópinum sunnudagin, tí bá_ir fara av landinum, og tískil má Ion Geolgau finna a_rar leikarar at halda bonkin heitan.
At Pætur og Ey_un ikki ver_a vi_, broytir vanliga ikki ta_ stóra um byrjunaruppstillingina, men hetta kann koma at kosta d_rt, tí a_rir t_dningarmiklir HB leikarar nevniliga eru ivasamir. Talan er um sjálvan toppskjúttan í føroysku 1. deild, landsli_sleikaran Andrew av Fløtum, og fyrrverandi landsli_sleikaran Jan C. Dam. Bá_ir hava havt ska_ar at dragast vi_, og hvørgin teirra hevur vant í vikuni. Andrew fekk eina fipurspreinging í Klaksvík seinasta vikuskifti_, og tá var Jan heldur ikki vi_ vegna ska_a.
Tískil kann talan vera um mannfall hjá HB, men hinvegin er sjálvsagt møguleiki fyri, at bæ_i Andrew av Fløtum og Jan Dam vera at síggja á HB li_num kl. 15 í Gundadali sunnudagin.
Eisini mong ivamál í B36
Hjá B36 er størsta ivamáli_ landsli_sleikarin Jens Kristian Hansen, sum hevur veri_ skaddur í longri tí_. Hann ver_ur væntandi ikki til rei_ar sunnudagin, og sama er galdandi fyri áleyparan Tórálv Poulsen, sum hevur havt trupulleikar í fótinum. Umframt Jens Kristian hava bæ_i toppskjúttin í B36, John Petersen, og Klæmint Matras, havt onkrar smávegis ska_ar at dragast vi_, men teir ver_a væntandi vi_ frá byrjan.
Me_an nøkur ivamál eru í B36 hópinum, er ta_ heilt víst, at verjuleikarin Fró_i Clementsen ikki ver_ur vi_ vegna leikbann. Fró_i hevur í ár biti_ seg fastan í verjuni hjá B36, og tískil mugu broytingar gerast í B36 verjuni.
Samanumtiki_ ver_ur talan um einki minni enn ein sera spennandi og ikki minst t_dningarmiklan dyst í Gundadali sunnudagin millum arvafíggindarnar B36 og HB. B36 skal hava ein sigur fyri at koma innaftur í FM strí_i_, me_an HB skal sleppa úr aftur aldudalinum, teir tykjast vera komnir í.