Hetta er úrsliti av nýggjari kanning, sum granskarar á University of Florida í USA hava gjørt og sum verður kunngjørd í novemberblaðnum í vísindaliga tíðarritinum American Journal of Public, skrivar Science Daily.
Sambært hesum hava kanningar seinastu 50 árini víst, at høgir prísir á rúsdrekka gevur tað úrsligt, at minni verður drukkið og harvið eina merkisverda minking av óhepnum fylgjum av at drekka sterkt, sigur professarin Alexander C. Wagenar, sum hevur staðið fyri kanningini, í blaðnum Science Daily.
Kanningar vísa, at verður alkoholavgjaldið tvífaldað, so minka deyðsføll av rúsdrekka við 35 prosentum, ferðsluvanlukkur av rúsdrekka minka við 11 prosentum, kynssjúkur minka við seks prosetnum, harðskapur minkar við tveimum prosentum og samlaða talið av brotsverkum minkar við 1,4 prosentum.
Sambært granskarunum eru høgir alkoholprísir nógv effektivari at minka skaðum av rúsdrekka, enn fyribyrgjandi tiltøk av ymsum slag.