Føroya størsti kultbólkur fer at spæla á Summarfestivalinum í august. Originalarnir úr Leirvík fara at syngja um Hans Ansgar, Riu og Knarvakotið Eittans kassettuband og bert seks konsertir á sumri í 1991 gjørdust grundarlagið undir fólkakæru sangunum um gerandishetjurnar Hans Ansgar, Riu, Beiggjar og svangar bøndur, sum framvegis ljóða í føroyska luftrúminum.
Húskallar, við dugnaligari manning úr bæði bygd og býi, vóru óvanligir, spontanir og dugdu at sniðgeva varandi føroyskar poppsangir, sum flestu fólk í dag kennast við. Leygarkvøldið 4. august fer fjølmenti bólkurin við avgerandi íkasti úr Leirvík á høvuðspallin á Summarfestivalinum í Klaksvík.
Fyrireikararnir av Summarfestivalinum kannaðu fyrr í ár møguleikan at savna manningina, sum fyri 16 árum síðani stóð fyri einari av sermerktastu føroysku tónleikaútgávunum í nýggjari tíð. Høvið var forkunnugt, og tónleikararnir, ið mannaðu Húskallar, vóru skjótir at taka av. Við á bandinum, sum bólkurin lat frá sær fyri sekstan árum síðani vóru ikki færri enn 19 ymiskir tónleikarar. Flestu av teimum vera aftur við í summar, tá ið harðmælta og litfagra manningin ?í myrkamorreyðum troyggjum, virkaðum úr føroyskari ull og í kolli? fer at seta ferð á árligu veitsluna, sum myndar miðbýin í Klaksvík fyrsta vikuskiftið í august mánaða.