Sunnudagin eru tað 112 ár liðin síðani, at William Heinesen var borin í heim. Hetta fagnar Plátufelagið Tutl og Rithøvundafelagið í Norðurlandahúsinum.
Skaldið, tónaskaldið og fjøllistamaðurin livdi frá 1900 til 1991, gav út skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar, ið teljast millum alheimsbókmentirnar. William Heinesen skrivaði á donskum, men er umsettur til nógv onnur mál eisini føroyskt, væl at merkja.
Plátufelagið hevði tætt samstarv við William Heinesen í áttatiárunum. Tríggjar plátur vóru gjørdar, við løgum hjá Kristian Blak til tekstir hjá høvundanum. William Heinesen myndprýddi húsarnar.
Á hátíðarhaldinum sunnudagin verður tónleikaframførsla við upplestri av yrkingunum á plátuni Den yderste Ø frá 1981, ið Kristian Blak gjørdi løg til. Gunnar Hoydal hevur føroyskað yrkingarnar og Hans Tórgarð lesur yrkingarnar upp í hesi týðing. Yggdrasil stendur fyri tónleikinum og tónleikarir eru Angelika Nielsen, violin, Kristian Blak, klaver, Heðin Ziska Davidsen, guitar og Mikael Blak, bass.
Harafturat fer Ólavur Jacobsen at framføra guitartónleik, sum hann sjálvur hevur lagt til rættis til tónleikaverkið Vaagn op og slaa på dine Strenge hjá William Heinesen.
Upplestur av stuttsøgum hjá William Heinesen er eisini á skránni. Hans Tórgarð lesur.