Hátíðarhildu tíggju ára dagin

Nógv fólk var komið saman tá Skála skúli hátiíðarhelt tíggju ára dagin hjá nýggja skúlanum. Næmingarnir undirhildu gestunum og ikki fyrr enn klokkan nærkaðist midnátt var skúlin tómur

Tað var kanska líka so frægt, at skúlanæmingarnir á Skála høvdu frí fyrradagin. Teir høvdu uttan iva verið nakað linir aftan á tann langa mánadagin, tá skúlin hátíðarhelt tíggju ára dagin fyri at skúlin varð vígdur.

Skipað varð fyri stórum tiltakið í skúlanum mánakvøldið og skúlahøllin var á tremur av fólki.

Væl var lagt til rættis, og allir næmingarnir í skúlanum vóru á ein ella annan hátt við í tiltakinum, sum byrjaði klokkan nítjan.

Yngstu næmingarnir sungu og framførdu leik sum lærararnir høvdu sett saman við teimum, meðan teir eldru sungu og undirhildu við skemti. M. a. vóru fleiri skemtiligir smáleikir á pallinum.

Umframt tað helt Pauli Joensen røðu har hann greiddi frá tíðini hann var lærari á Skála og hann visti at siga frá nógvum forvitnisligum.

Pauli er í tí støðu, at hann hevur verið lærari í øllum skúlunum, sum hava verið á Skála og hann greiddi millum annað frá arbeiðinum at gera nýggja skúlan, sum nú er í brúki.

Umframt tað var eisini ein lítil fimleikaframsýning í skúlahøllini og tað fegnaðust gestirnir um.

Gestirnir sluppu eisini at vera eitt sindur við í tiltakinum, tí umframt at fara upp á gólv, varð eisini sungin onkur felagssangur.

Aftaná framførslurnar og dansin bjóðaði skúlin til ein drekkamunn og ein køkubita.

Sum sagt var stór mannfjøld møtt til tiltakið og væl mundu tey trívast í skúlanum, tí klokkan mundi vera um midnátt áðrenn seinastu gestirnir fóru úr skúlanum aftur.