– Tað er ikki lætt at spæla fyrsta HM-dystin. Tað eru nógvar kenslur og nervar. At vinna 4-1 á einum miðal góðum degi er stórt, men vit mugu spæla uppaftur betri í komandi dystunum, segði Haaland við TV2 Noreg eftir dystin.
25 ára gamli álopsleikarin skoraði tvey av norsku málunum.
Landsliðsvenjarin Ståle Solbakken var samdur í metingini og helt, at Noreg ikki flutti bóltin nóg skjótt móti vælskipaða irakska liðnum.
Noreg, sum vann allar átta dystirnar í HM-undankappingini, skal nú møta Senegal og Fraklandi í bólkaspælinum.











