Stóra hetjan var Erling Braut Haaland, sum skoraði tvey mál og legði lunnar undir norska sigurin. Manchester City-áleyparin legði Noreg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men Irak javnaði stutt fyri steðgin.
Noreg svaraði tó beinanvegin aftur, tá Haaland revsaði eitt mistak í iraksku verjuni og skoraði til 2-1.
Í seinna hálvleiki økti innskifti Leo Østigård til 3-1, áðrenn Irak í yvirtíðini sendi bóltin í egið mál til endaliga úrslitið 4-1.
Noreg hevði tamarhald á stórum pørtum av dystinum, men Irak hevði eisini fleiri góðar málmøguleikar, serliga í fyrra hálvleiki.
Næstu dystirnir hjá Noregi verða móti Senegal og Fraklandi.
Irak-Noreg 1-4 (1-2)
0-1 Erling Haaland ('29 )
1-1 Aymen Hussein (39 )
1-2 Erling Haaland ('43 )
1-3 Leo Østigaard ('76 )
1-4 sjálvmál ('90 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Irak og Noreg.











