Stóra hetjan var 38 ára gamli Lionel Messi, sum skoraði øll trý málini. Við hattrickinum hevur argentinska heimsstjørnan nú skotið 16 mál í HM-endaspølum og hevur sostatt javnað metið hjá týskaranum Miroslav Klose, sum er toppskjútti í HM-søguni.
Messi, sum spælir sítt sætta HM-endaspæl – eisini met – legði Argentina á odda eftir 17 minuttir við einum framúr langskoti. Eftir steðgin var hann fyrstur á returinum til 2-0, og 14 minuttir fyri leiklok staðfesti hann sigurin við at fullføra hattrickið.
Argentina hevði tamarhald á dystinum, hóast bæði liðini fingu mál kolldømd fyri rangstøðu tíðliga í uppgerðini.
Dysturin var samstundis landsdystur nummar 200 hjá Lionel Messi fyri Argentina.
Cristiano Ronaldo kann seinni í vikuni eisini seta met, tá Portugal byrjar HM-endaspælið. Verður hann við, verður tað eisini hansara sætta HM-endaspæl.
Argentina-Algeria 3-0 (1-0)
1-0 Lionel Messi ('17 )
2-0 Lionel Messi ('60 )
3-0 Lionel Messi ('76 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Argentina og Algeria.











