Hallur bønar og biður

Rás2: Landsliðsmiðvallarin bønar og biður fólk um at møta á Tórsvølli

Í dag klokkan 17 spælir føroyska A-landsliðið í fótbólti móti Lettlandi á Tórsvølli. Talan er um næstseinasta dystin í hesum HM-undankappingarbólkinum. Føroyska liðið hevur longu sett met við at fáa átta stig.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg bøni og biði fólk um at møta á Tórsvølli í dag. Tað hevur ótrúliga nógv at siga fyri okkum, sigur Hallur Hansson, sum er aftur á landsliðnum.

 

Les eisini: (Video) Gunnar Nielsen í "Liðfelagir"

 

Miðvallarin, sum til dagligt spælir við AC Horsens, hevur verið undir skurð í summar, men fær nú aftur spælt. Hann var eisini partur av liðnum, sum í fjør vann 2-0 í Riga á Lettlandi. Hann legði sjálvur upp til seinna málið.

 

- Tað var nokk so gott, um eg sjálvur skal siga tað. Tað var kanska besti dysturin hjá okkum í hesi undankappingini. Eg minnist undan 2-0 málinum, at vit blivu trýstir og eg hugsaði, at hetta var strævið, fortelur Hallur Hansson.

 

Les eisini: Vit gita liðið

 

Eitt korter fyri tíð fangar Hallur Hansson bóltin og fer í mótálop. Hann endar við at spæla til Jóan Símun Edmundsso, ið hegnisliga skorar til 2-0. Tiltikið er, at toftamaðurin í álopinum er nakað einsamallur, tá hann fegnast um málið.

 

- Eg má bara siga sum er, eg orkaði ikki at fegnast, tí eg var so troyttur, sigur Hallur Hansson.

 

Rás2 sigur frá landsdystinum í dag. Upptakt er frá klokkan 15 og dysturin byrjar klokkan 17. Rás2 byrjar at senda fótbólt longu klokkan 12 í samband við, at tað er “FM-finala” hjá kvinnunum.