Hann er farin at øtla veðrið kring landið

Sambært landsverk er mált upp í 48 m/s á Oyndarfjarðarvegnum á Heltnini og upp í 45 m/s á Norðradalsskarði. Á Sandavágshálsi er mált upp í 40 m/s.

 

Á høvuðsstaðarleiðini er vindur ikki so nógvur enn, men Magn í Gøtudali læt aftur klokkan 21, og skúlagongdin á Kambsdali í morgin er avlýst. 

Í Klaksvík lýsti Maverick Barr við at stongt er restina av kvøldinum vegna verður

– Tí vit vilja ikki, at viðskifafólkini hjá okkum koma til skaða av okkara úthurðum og eisini at fólkini koma trygt heim, um ódnin bestur á, skrivar Maverick Barr.

Bussleiðin í Havn hevur avlýst leiðirnar 5 og 6, sum ikki fara at koyra fyrr enn klokka 12 í morgin.

 

Strandferðslan hevur eisini nógvar avlýsingar, sum síggjast á ssl.fo

 

##med2##