Hans Pauli Strøm, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og limur í Trivnaðarnevndini, mótmælir harðliga avgerðina hjá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, sum hevur spart burtur røktarheimspláss á Suðuroyar Ellis ? og Røktarheimi. Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur ikki undirtøku fyri avgerðini í Trivnaðarnevndini, sigur Hans Pauli Strøm við Rás2.
- Hon veit væl, at hon hevur ikki undirtøku, og hon arbeiðir beinleiðis móti samgonguni. Mín áheitan til landsstýriskvinnuna er, at hon tekur boðini aftur, og tað stundisliga, krevur Hans Pauli Strøm og leggur sannførdur afturat:
- Hon skal ikki vænta sær stuðul til onnur mál frá samgonguni, um hon ikki tekur skrivið aftur, sigur Hans Pauli Strøm.
Rósa Samuelsen boðaði frá í gjár, at bara eitt folk, og ikki tvey, skal búgva á hvørjum kamari á Suðuroyar Ellis ? og Røktarheimi.
Rósa Samuelsen vil ikki gera viðmerkingar til hóttanirnar hjá Hans Paula Strøm.