Hans Tausen Olsen vanvirðr okkum

­At hann drálar við at kalla umboðsnevndina saman til fundar, vísir manglandi virðing fyri okkum, sigur Leivur Hansen, sum framvegis heldur seg era formann í SEV-stýrinum

SEV-Ósemja

 
­- Eg skilji ikki, hví Hans Tausen Olsen ikki vil kalla umboðsnevndina til fundar.
Leivur Hansen, sum framvegis heldur seg vera formann í SEV stýrinum, heldur, at formaðurin í Umboðsnevndini manglar virðing fyri minnilutanum í stýrinum fyri SEV og fyri teimum 51 limunum í umboðsnevndini, sum hava biðið um, fund.
Minnilutin í SEV-stýrinum og 51 limir í umboðsnevndini hava heitt á Hans Tausen Olsen, formann í umboðsnevndini um at kallað umboðsráðið saman við stytst møguligari freist at viðgera ósemjuna í SEV.
À hesum fundinum er ætlanin at umboðsráðið skal viðgerða ætlanin at siga Klæmint Weihe, stjóra úr starvi. Somuleiðis skal umboðsnevndin taka støðu til um nýggju formaður skal veljast fyri umboðsráðið og at enda skal støða takast til um, nýtt stýrið skal veljast.
­- Tað var næstseinasta fríggjadag, at vit heittu á formannin í umboðsnevndini um at kalla umboðsnevndina saman at viðgera hesi viðurskifti, men enn hevur Hans Tausen Olsen ikki latið við seg koma, sigur Leivur Hansen.
- Síðani einar tríggjar, fýra ferðir afturat heitt á Hans Tausen Olsen um at kalla umboðsráðið saman, men tað er framvegis ikki hent.
Heldur tú, at Hans Tausen Olsen roynir at forhála málið?  
- Tað kundi sæð soleiðis út, men eg veit ikki, hvat endamálið skal vera við tí. Í øllum, førum er hetta ikki nøkur virðing at vísa minnilutanum í stýrinum og teimum 51 limunum í umboðsnevndini, sum hava biðið um fund við stytst møguligari freist.
Annars hevur Hans Tausen Olsen, boðað frá, at talan er um eitt álvarsmál og at hann tí má hava stundir at fyrireika seg væl og virðiliga.
- Eg veit ikki, hvat tað eru fyri fyrireikingar, sum skulu til. Støðan er sum hn er og tað er onki at fyrireika seg meiri til. Nú snýr tað seg um at fáa umboðsnevndina saman sum skjótast, so at greiða kann fáast á viðurskiftunum.
Leivur Hansen sigur, at minnilutin í stýrinum hevur kravt, at Klæmint Weihe, John Danielsen grannskoðarin hjá SEV, sleppa at vera við á fundinum og sleppa greiða frá og serliga eigur stjórin at fáa høvi til at greiða frá grundgevingunum fyri ætlaðu uppsøgnini.
 
Skilir minni og minni
Leivur Hansen sigur eisini, at hann skilir minni og minni av øllum.
- Nú er stýrið kallað saman fríggjadagin at góðkenna nýggja stjóran og rakstrarleiðaran. Men hetta hevur minnilutin stýrinum onki fingið at vita um.  Á síðsta stýrisfundi spurdu vit, hvønn ætlanin var at seta sum stjóra og rakstrarleiðara, men tað kundu vit onki fáa at vita um. Seinnu frættu vit í fjølmiðlunum, at stýrið hevði sett stjóra og rakstrarleiðara. Hetta er ein avgerð, sum minnilutin onki veit um, men kortini eru vit samankallaðir fríggjadagin at góðkenna starvssetanirnar.  
Hann sigur, at minnilutin í stýrinum er hildin heilt uttanfyri, bæði í sambandi við ætlanina at koyra Klæmint Weihe frá og at koyra seg frá sum stýrisformann.
- Tað var ongin saklig viðgerð av teimum málunum, tí allar avgerðir vórðu tinkar frammaundan. Núeru vit so eisini boðsend fríggjadagin at staðfesta nakrar starvssetanir, sum vit ongan lut eiga í.
Leivur Hansen sigur, at hetta eru talandi dømi um arbeiðslagið í stýrinum og á fundinum fríggjadagin ætlar hann eisini at gera vart við sína misnøgd við mannagongdirnar.
Leivur Hansen sigur, at hann fekk annars tilboð frá meirilutanum í stýrinum um at halda fram sum formaður í stýrinum.
- Men treytin var, at eg tók undir við at koyra Klæmint Weihe frá. Men tað vildi eg ikki, tí eg haldi ikki, at grundgevingarnar fyri at koyra hann frá, eru sakligar.
Hvørjar grundgevingarnar eru, vil hann ikki siga nakað um.
Er tað ikki stýrið, sum setir stjóran og loysir hann úr starvi?
Jú, undir vanligum umstøðum er tað so. Men vit halda, at hetta eru heilt óvanligar umstøður, har meirilutin á sera ódemokratiskan hátt, ætlar at avsiga stjóran. Tí er tað neyðugt, at umboðsnevndinfær høvi at siga sína hugsan, heldur Leivur Hansen.
Annars heldur hann, at tað er alnyðugt at fáa arbeiðsfrið í SEV, tí ósemjan sum er, darvar og ávirkar arbeiðið í SEV.
Kortini vil hann ikki útgreina hetta nærri.