Hanus og liðfelagarnir snávaðu móti botnliði

NK Triglav er átta stig frá oddinum

Hanus Sørensen var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í NK Triglav høvdu heimadyst móti botnliðnum, NK Krka í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini.

 

Krka hevði bert eitt stig undan dystinum móti Triglav, og vóru Hanus og liðfelagarnir greiðir favorittur undan dystinum. 

 

Men tað bleiv talan um eitt stig til Triglav. Dysturin endaði við javnleiki 2-2, ið er eitt stórt vónbrot fyri Hanus og liðfelagarnar.

 

Krka legði seg á odda 1-0 í 21. minutti, men 14 minuttir seinni høvdu Tihomir Maksimovic og Marin Magdic syrgt fyri, at Triglav var á odda 2-1. Men í seinna hálvleiki eydnaðist ikki Triglav at økja. Krka javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki, og fekk knógvað ein javnleik.

 

NK Triglav er nummar seks í deildini við 13 stigum fyri sjey dystir. Teir hava átta stig upp til oddaliðið, Grosuplje sum hevur fult stigatal, 21 stig. 

 

Sunnudagin 28. september hevur NK Triglav dyst á útivølli móti Dravinja.